HB varð heiðrað á ráðhústorginum

Tað var stórfingin móttøka, HB fekk á ráðhústorginum leygardagin, har fótbóltsleikararnir vórðu móttiknir við hornblástri, rósum, røðum og fyrverki.


Heðin Mortensen, borgarstjóri, beyð føroyameistarunum vælkomnum til heiðursløtuna, sum Havnar Hornorkestur setti sín serstaka dám á.


Borgarstjórin greiddi frá, at heilar 22 ferðir hevur HB verið Føroya besta fótbóltsfelag, og við hesum meistaraheitinum hevur BH bara gjørt sítt egna met enn størri og flottari. Einki annað felag hevur vunnið føroyameistaraheitið so ofta.


- Tað hevur verið fantastiska stuttligt at fylgt við tykkum alt hetta kappingarárið, tí tað hevur gingið so væl og allíkavæl í løtum verið ríkiliga spennandi.


- At spæla eina langa fótbóltskapping, er sum at standa við tráðuni, tí summir fiskar eru lættari at syfta enn aðrir – og summir eru verri at fáast við.


- Men allíkavæl, so fingu tit syft allar hinar fiskarnar og víst, hvat er besta liðið í ár, tí tað er sjálvandi HB! Onkur fór at tosa um gummibein, men hvat ger man ikki fyri spenningin, so eisini hini kunnu sleppa at hava tað stuttligt eina løtu, ha?


- Hetta kappingarárið hevur hildnast bara væl hjá HB, tí hjá teimum yngru eru bæði føroyameistaraheiti og steypakappingar vunnar.


- U17-genturnar blivu føroyameistarar og U14-dreingirnir steypavinnarar, og so hava tit gott í væntu við tilgongd, tí U16-dreingirnir vunnu sannførandi greipuna.


- Tað hevur alt at siga, at barna- og ungdómsarbeiði er í ordan, um nakað skal røkkast longur uppi, tí grundin má vera góð, sum alt hitt skal byggjast á.


- Eisini onnur enn hesi ungu hava vunnið heiðursmerki í ár, so tí fer 2013 í føroysku fótbóltssøguna sum enn eitt heiðurskrýnt ár hjá Havnar Bóltfelag.


- Sum borgarstjóri í høvuðsstaðnum kann eg ikki annað enn frøast og vera errin av, at Havnin eigur Føroya fremsta lið, og at tit eru okkara stoltleiki. Samstundis kunnu vit frøast um ta støðu, Havnin hevur í føroyskum fótbólti, tí aftur næsta kappingarár eiga vit trý lið í bestu mansdeildini: HB, B36 og AB.


- Tað er uppgávan hjá okkum sum býráð at skapa so góðar karmar sum gjørligt til ítróttin, og so er tað upp til tykkum at fylla teir út. Og tað hava tit í dag víst í verki, at tit duga fram um øll onnur, tí vit mugu bara ásanna, at her er eingin yvir og eingin við síðuna av Havnar Bóltfelag.


- Tit eru ein stór fyrimynd fyri ikki bara Havnina, men alt landið. Vit onnur eru eisini stolt og glað tykkara vegna, og er tað mær ein stórur heiður sum borgarstjóri í høvuðsstaðnum at sleppa at bera tykkum hesa heilsan henda stóra dag.


- Eisini vil eg bera nevndini í Havnar Bóltfelag og øllum, sum standa um felagið, eina hjartans tøkk fyri gott arbeiði, ið allur býurin í veruleikanum kann njóta gott av. Tit eiga øll tykkara part í gullinum og føroyameistaraheitinum, so tykkum øllum vil eg ynskja tillukku og bestu eydnu frameftir, segði borgarstjórin m.a. í røðuni.