Havumhvørvið og tess ávirkan á vistskipanir í Norðuratlantshavinum

Eitt serrit um havumhvørvi, og tess ávirkan á vistskipanir um okkara leiðir, er sett á breddan hjá tíðarritinum Frontiers in Marine Science (sí https://fro.ntiers.in/NAPhys_Drivers).

Granskarar eru vælkomnir at senda úrslit frá kanningum av havstreymum, gróðuri í sjónum, djóraæti, fugli, fiski og súgdjórum til hetta rit. Frontiers hevur bjóðað eini gestaritstjórn - samansett av granskarum á Havstovuni, havstovunum í Íslandi, Noregi og frá Århus Universiteti - at standa fyri hesi verkætlan.

Hjálmar Hátún ( hjalmarh@hav.fo)