Havstovugranskarar á djóraæti-ráðstevnu í Bergen
Tveir granskarar á Havstovuni vóru herfyri í Bergen, Norra á altjóða ráðstevnu um djóraæti. Umleið 350 granskarar úr øllum heiminum vóru á ráðstevnuni, sum verður hildin umleið 5. hvørt ár. Hesuferð var áherðsla løgd á evnið “Nýggjar avbjóðingar í einum broytandi havi”.
Sólvá Jacobsen hevði framløgu um hennara granskingarúrslit um djóraæti á føroyska landgrunninum á vári 1997-2015. Hennara úrslit vísa, at várgróðurin hevur nógv at siga fyri framleiðsluna av djóraæti innan fyri frontin á føroyska landgrunninum. Úrslitini benda eisini á broytingar í djóraætisamansetingini í havinum kring Føroyar.
Úrslit frá ráðstevnuni verða útgivin í ICES-riti næsta ár.