Havstovuárið 2018

Nú árið 2018 er farið afturum, kann vera hóskandi í stuttum at taka saman um arbeiðið hjá Havstovuni at tæna okkara høvuðsvinnu.


 


Uppsjóvarfiskur
Føroyar eiga ein týðandi part av felags stovnunum av makreli, norðhavssild og svartkjafti. Leikluturin hjá Havstovuni í hesum sambandi er partvís at fáa vitan til vegar, ið kann vera við til at tryggja Føroyum ein rættvísan part av hesum tilfeingi, og partvís at samstarva við hini grannalondini um stovnsmetingar og aðrar lívfrøðiligar kanningar, ið skulu til, fyri at ráðgevast kann um stovnsrøkt og skilagóða gagnnýtslu av hesum stovnunum.


 


Í farna ári blivu tríggir rannsóknartúrar gjørdir í samstarvi við skip frá øðrum strandalondum. Í apríl kannaði Magnus Heinason svartkjaft sunnanfyri, í mai kannaði skipið sild norðanfyri og í juli bleiv Tróndur í Gøtu leigaður at kanna makrel norðanfyri. Á øllum trimum túrunum blivu kanningar av sjógvi og æti eisini gjørdar. Eisini hevur Havstovan støðugt fingið prøvar av veiðuni hjá fiskiskipunum. Í stuttum er støðan hjá teimum trimum stovnunum henda: 


 



 


Talvan niðanfyri vísir eitt yvirlit yvir lyklatøl fyri teir tríggjar stovnarnar av uppsjóvarfiski.


 

































 

Gýtingarstovnur 2018


(Tons)



ICES-tilmæli fyri 2019


(Tons)



MLV-avtala millum


strandalond


(Tons)



Føroyski parturin av MLV


(Tons)



Makrelur



2,4 mió



318.403



653.438



82.339



Sild



3,8 mió



588.562



588.562



119.537



Svartkjaftur



5,4 mió



1.143.629



1.143.629



406.307



 


Umhvørvið og botnfiskur á Landgrunninum
Saltinnihaldið í sjónum við Føroyar er óvanliga lágt og bendir á, at sjógvurin, sum nú rekur framvið Føroyum, í størri mun hevur sín uppruna vestanífrá, enn sunnanífrá.


 


Samanborið við sjóvarhitan tey seinastu 100 árini, so hevur sjógvurin síðani umleið 2000 verið rættiliga lýggjur. Tó er hann nú eitt lítið vet kaldari enn miðal síðani 2000.


 


Tann stak nógvi gróðurin í 2017 merktist í øllum liðum í vistskipanini á Landgrunninum: Nógv var av yngli og bæði fiskur og fuglur høvdu nógva føði, í høvuðsheitum nebbasild. Hinvegin, so var 2018 ikki gott, hvørki til gróður ella yngul. Hetta var eisini galdandi fyri nebbasild, sum hevur so stóran týdning sum føði hjá fiski og fugli. Í 2017 og á vári í 2018 var sera nógv av nebbasild í føðini hjá toski og hýsu, men hetta minkaði ógvisliga í 2018. Tá tað hendi, fór fiskurin at taka betur agn og lína fekk væl meira enn frammanundan. Tað, at toskur og hýsa taka væl betur á húk, tá lítið er av náttúrligari føði enn tá nógv er (serliga nebbasild), hava vit sæð fleiri ferðir fyrr.


 


Stutt um nøkur av høvuðs fiskasløgunum:
Eftir eitt langt vánaligt tíðarskeið við toski og hýsu á Landgrunninum, sær nú betur út. Hjá báðum stovnunum eru 2016-árgangirnir stutt yvir miðal og 2017 árgangirnir eru heilt góðir. Gýtingarstovarnir hjá toski og hýsu vórðu í 2018 mettir at vera ávikavist 33000 og 25000 tons. Báðir stovnarnir eru í vøkstri og eru komnir upp um markið fyri serlig verjutiltøk. Væl er av smáum fiski og vit vænta, at vøksturin í stovnunum fer at halda fram í 2019.


 



 


Gransking og førleikamenning
Umframt tað afturvendandi arbeiðið, bæði við fiskifrøði, havumhvørvi og vistskipanum, so luttók Havstovan eisini í 15 ymiskum granskingarætlanum í 2018. Hesar verkætlanirnar eru fíggjaðar av ES-granskingarsamstarvinunum, Fiskivinnuroyndum, Granskingarráðnum, Norðurlandaráðnum, játtanini á fíggjarlógini til Havstovuna og donskum granskingargrunnum.


 


Havstovan hjálpir fegin lesandi við verkætlanum, vegleiðing, arbeiðsumstøðum og at finna fígging. Lesandi, ið hava áhuga í havfrøði ella havlívfrøði og sum leita eftir evnum at arbeiða við, eru vælkomin at seta seg í samband við Havstovuna, fyri at tjakast um hugskot, umframt at fáa tilfar og vegleiðing. Tvey BSc-lesandi fara nú undir sína verkætlan umframt at tvey gera sína PhD-útbúgving við vegleiðing á Havstovuni.


 


Rannsóknarskipið
Í farna ári byrjaði skipasmiðjan Western Baltija Shipbuilding í Litava at sveisa skrokkin. Arbeiðið gongur væl og á sumri 2019 verður hann sleipaður til MEST á Skála, har føroyskir handverkarar taka yvir og gera skipið liðugt. Skipið skal latast eigaranum á sumri 2020.