Havstovan fingið stuðul til streymmátingar eitt ár afturat
Havstovan søkti í vetur um fígging frá Dancea grunninum hjá Energistyrelsen í Danmark til at halda fram við týdningarmiklu mátingunum av Føroyastreyminum og rákinum í Bankarennuni. Energistyrelsen hevur nú játtað 800.000 kr til hesar mátingar.
Í verkætlanini verða streymmátarar lagdir út nú í summar og tiknir uppaftur á sumri 2019.
Havstovan er partur í fleiri altjóða verkætlanum og fær fíggjarligan stuðul bæði frá føroyskum, donskum og europeiskum skipanum.