Havnin vertur fyri Norðurlendskari handverksmeistarastevnu

Um vikuskiftið hevði Havnar Handverksmeistarafelag vitjan av hinum høvðusstaðarfeløgunum. Gestirnir komu úr Íslandi, Noregi, Svøríki, Danmark og Finlandi.
  
Havnar Handverksmeistarafelag er nýggjasti limurin í samstarvinum og hevur bert luttikið í fá ár, men samstarvið gongur aftur nærum 100 ár.
 
Samstarvið snýr seg fyrst og fremst um handverk. Feløgini deila vitan um, hvat rørir seg innan handverk, útbúgving og í samfelagnum sum heild.  Serliga er tað tilgongdin til handverksyrkini og útbúgving, sum fyllir nógv á dagsskránni.