Havnin og Esbjerg býta um starvsfólk

Jydske Vestkysten skrivar í dag, at Esbjerg og Tórshavnar kommunur hava undirskrivað eina avtalu um umbýti av starvsfólki á tekniska og umhvørvisliga økinum. Hetta er gjørt við atliti at samstarvi innan offshore, ferðavinnu, gransking og útbúgving.


Ein grein í avtaluni snýr seg um umbýti av leiðarum og starvsfólki við serligum atliti at møguleikanum at njóta væl av vitan og royndum hjá hvørjum øðrum.


Í sambandi við avtaluna vóru føroysku umboðini í gjár á vitjan ymsastaðni í Esbjerg kommunu, m.a. hjá Esbjerg Havn, hjá Esbjerg Erhvervsudvikling, Blue Water Shipping og hjá Esvagt, har um 70 føroyingar arbeiða.


Í morgun hevur ferðalagið vitjað Ribe Kunstmuseum og gamla varðveitta ráðhúsið í Ribe. Ferðalagið kemur heimaftur í morgin.