Havnar Søga III-IV-V

Páll Poulsen, ummælir. Greinin er frá 13.10.2011

Tá ið man skrivar søgu, eigur man altíð at velja eitt støði. Tey parametur tú arbeiðir við, eiga eisini at passa saman, korrespondera. Dømi Bls 135 IV:”Frúutrøð í 2009. Stórur partur av trøðni er nú musikkskúli og parkeringspláss. Her er talan um reint Anders And, Frúutrøð er ikki ein trøð longur, navnið Frúutrøð hevur yvirlivað sjálva trøðna.


Á síðu 120 er tekning av Álakeri:”Ríðibreytin á Rundingi var ikki gjørd enn.” Soleiðis kann tú ikki skriva. Eitt sitat eftir William Heinesen er púrasta malplaserað:”Í gomlum døgum var vanligt at Havnarfólk, ið høvdu eitt sindur av jørð (trøð) høvdu kúgv. Síða 113.


Øll høvdu kúgv fyri bara 50 árum síðani.

Høpisleysar danismur eru eisini;”Skuldu liva av fiski har uppi.” Síða 102.


Ójøvn parametur t.d.:”Havnar skúla”, síða 101. “Tórshavnar Skúla,” síða 102. Hetta er tí keldan sigur tað, heldur enn at viðgera keldurnar, verður okkurt skrúvað saman.


Høpisleysir myndatekstir eru eisini við.”Allur vestari Húsabøur er enn óbygdur á myndini:” Síða118 IV. Sjálvandi er hann óbygdur, tí talan er um ein bø.

Síða 185 III. “Her eru tvey fullkomiliga øvug sjónarmið...ta ræðuligu djórapínslu, ið vit á leggja tí sakleysa grindahvali..:” Sett upp ímóti:”Raske drenge grind at dræbe, det er vor lyst...” Hetta eru ikki sjónarmið, hetta er tann stóri doktarin, Erland Viberg Joensen, sum er farin at “gera um seg”, sum hann sjálvur plagar at taka til. Hetta er regulert møsn, frá Tórshavnar Býráð fyri einar 6 milliónir krónur.


Á síðu 186 III :”Vakrasta grindadráp”, hetta er púrasta burturvið, skal skil fáast á aftur í Føroyum, er tað ein heilur kulturur av ørvitisknokkum, sum mugu koyrast burtur, ongantíð ov skjótt.


Fyri meg virkar tað sum at danir hava skapað eitt system, har føringar sjálvir gera tað skitna arbeiðið fyri teir. Tað er ikki neyðugt hjá dønum at oyðileggja skúlaverkið, tað klára føringar sjálvir.

Grindadráp er danskt, føringar halda grind til. Teir fara heldur ikki á fjøllini at drepa seyð, teir eru á fjalli og seinni fletta teir. Øll hesi logisku heiti eru skaklaði og danifiseraði, soleiðis at man einki skilir longur.


Heldur hetta áfram verður enn vandamiklari at lesa slíkar bøkur. Bara við at lesa hesar vánaligu síðurnar, kann tú risikera at blíva vitstolin.


Páll Poulsen