Lýsingin um fast starv hvarv undir radaran hjá umboðsmanninum

Uppfylging upp á málið um niðurstøðu umboðsmansins um, at Tórshavnar kommuna noktaði at seta uppsagt starvsfólk í starv aftur
01-02-2019

Í áliti, dagfest 14. desember 2018, kom umboðsmaðurin til ta niðurstøðu, at Tórshavnar kommuna ikki hevði nakra sakliga grundgeving fyri ikki at seta eitt áður uppsagt starvsfólk í fast starv. Umboðsmaðurin heitti tí á Tórshavnar kommunu um at taka málið uppaftur til viðgerðar og lata seg frætta úrslitið av hesi viðgerð.
 
Tórshavnar kommuna hevur tann 30. januar 2019 boðað umboðsmanninum frá, at Tórshavnar kommuna er sinnað at bjóða klagaranum starv á viðkomandi stovni. Av tí, at einki fast starv er tøkt í løtuni, hevur klagarin fyribils tikið við einum tíðaravmarkaðum starvi. 
 
Umboðsmaðurin hevur boðað Tórshavnar kommunu og klagaranum frá, at umboðsmaðurin ger ikki meira við málið. (LUM 18/00048)

-------------

Blaðið staðfestir og grundgevir:
file:///C:/Users/Dan/AppData/Local/Packages/Microsoft.MicrosoftEdge_8wekyb3d8bbwe/TempState/Downloads/18-00048+Anonymt+alit+starvssetan+i+TK%20(2).pdf
Í januar 2018 varð fast starv sum heilsurøktari á B lýst leyst at søkja. A var einasti umsøkjari til starvið. Til setanarsamrøðuna, sum varð hildin tann 31. januar, vóru umframt deildarleiðarin fyri B álitisfólkið og eitt starvsfólk. Setanarbólkurin var samdur um at mæla til at seta A í starvið. Í niðurstøðuni varð m.a. víst á, at hon hevði starvast á B í knappar fýra mánaðir, og at hetta hevði gingið væl. 

Undrunarvert, at lýsingin eftir starvsfólki í fast starv, sum Umboðsmaðurin vísir á í álitinum, knappliga hvørvur av radaranum, og at umboðsmaðurin sýnist at góðtaka, at kommunan, hóast lýsingina, sigur seg onki fast starv skal vera tøkt, og góðtekur tí, at klagarin tí má góðtaka eitt tíðaravmarkað starv, og velur annars ikki at gera meira við málið.

Tað virkar ikki serliga álitisvekjandi, ella sakligt, at avgreiða eitt slíkt mál á slíkum grundarlagi, tí tað er staðfest, at Havnar Kommuna, hevði hevði lagt hesa lýsingina út, sambært Umboðsmanninum: Í januar 2018 varð fast starv sum heilsurøktari á B lýst leyst at søkja. 

-------------

Sokallaða kritiska PRESSAN, hevur ikki víst hesum málið serligan áhuga.

Men tað kann jú eingin í dag undrast so øgiliga nógv yvir.