Havnar Handverksmeistarafelag havt aðalfund

Týsdagin 26. mai hevði Havnar Handverksmeistarafelag aðalfund.

Fyri vali hesaferð stóðu Sámal Erik Hentze og Torbjørn Hansen. Teir vóru báðir afturvaldir. Sum tiltakslimir var Pauli Hofgaard eisini afturvaldur.
 
Í nevndini í Havnar Handverksmeistarafelag sita eisini Magnus Magnussen, Kartin Lenvig og Stein Olvur Petersen
 
Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin á sama hátt sum eftir aðalfundin seinasta ár við Sámal Erik Hentze sum formanni og Magnusi Magnussen sum næstformanni.