Bridgespælið í Føroyum er 75 ár. Í 1937 stovnaðu átta menn – við Thorstein Petersen, bankastjóra, á odda – Torshavns Bridgeforening.
Havnar Bridgefelag verður í ár 75 ár. Skipað verður fyri stórari føðingardagskapping leygardagin 1. september og um kvøldið verður veitsla.
Havnar Bridgefelag varð stovnað í 1937, tá átta ungir menn í Havn tóku stig til at stovna bridgefelag. Tá nevndist felagið Torhavns Bridgeforening. Bridgespælið var uppfunnið í 1927, so spælið var rættuliga nýtt, tá tað kom til Føroya. Teir átta menninir vóru: Thorstein Petersen, bankastjóri, Hr. Christensen, sakførari, Johannes Olsen, Hr. Lauritsen, keypmaður, Sigfried Skaale, kondittari, Einar Dahl, bókhaldari, Adler Olsen og Roland Hansen, bókhaldari.
Nógv feløg kring landið
Í 40-unum, 50-unum og 60-unum var spælt í Kongasalinum í Havnar Klubba. Seinni flutti bridgespælið í nýggju hølini hjá Havnar Klubba og miðskeiðis í 90-unum keyptu bridgefeløgini í Havn gamla HB-húsið og hevur tað síðani verið Bridgehús, har feløgini í Havn spæla regluligar kappingar.
Í 60-unum og 70-unum vóru fleiri bridgefeløg stovnað kring landið. Eitt skifti vóru 13 bridgefeløg í landinum. Bara í Vági vóru tvey feløg.
Seinastu árini hevur stórt sveiggj verið í áhuganum í hesum kortspælinum. Í løtuni eru fýra virkin bridgefeløg í landinum.
Øll tey fyrstu árini vóru tað bara menn, sum spældu bridge, men síðst í 60-unum sluppu eisini kvinnur upp í felagið.
Kvinnur sluppu við
Mortan Rasmussen í Havn minnist, at einar 18 kvinnur høvdu gingið til bridgeundirvísing í Havn seinastu í 60-unum og tær søktu allar um limaskap í Havnar Bridgefelag. Viðtøkurnar í felagnum tá vóru, at um ein samd nevnd ikki tók undir við limaumbøn, so skuldi ballotasjón til millum limirnar. Limirnir fingu eina svarta og eina hvíta kúlu og hvíta kúlan var ja. Og tá kvinnurnar søktu um limaskap var neyðugt við ballotasjón, tí onkur nevndarlimur vildi ikki hoyra talan um, at kvinnur skuldu fáa limaskap.
- Vit høvdu sagt, at um ikki allar kvinnurnar sluppu upp í part, so fóru vit at stovna eitt nýtt felag. Tí betur vóru flestar hvítar kúlur, so tá sluppu kvinnur eisini at spæla bridge í Havnar Bridgefelag, minnist Mortan Rasmussen. Mortan Rasmussen hevur síðani 1969 verið sera virkin í føroyskum bridge – bæði í Havnar Bridgefelag og Føroya Bridgesambandi, sum hann var við til at stovna.
Altjóða viðurkenning
Síðani 1984 hava føroyskir bridgespælarar verið við í norðurlandameistarakappingunum í bridge. Og í 1990 var fyri fyrstu ferð skipað fyri NM í Føroyum.
Eisini útlendskir gestir verða við í hátíðarhaldinum. Danskarin Ib Lundby, sum í eitt mannaminni var blaðstjóri á danska bridgeblaðnum, verður við. Ib Lundby var ein av trúgvu stuðlunum, tá føroyskt bridge skuldi altjóða viðurkennast og føroyska bridgelandið slapp at luttaka á jøvnum føti í altjóða og norðurlendskum kappingum.
Samstarv við íslendingar
Longu í 1954 var samstarv skipað við íslendingar. Tá vóru føroyskir spælarar í Íslandi og spældu. Serliga kendur bridgespælari var ein av stovnarunum av felagnum Adler Olsen. Hann var tiltikin snúvin við bridgeborðið. Seinastu árini hava 16 føroyskir bridgespælarar á hvørjum ári luttikið í íslendsku landspartakappingini – Kjørdæmismót.
- Tá vit vóru flest í Havnar Bridgefelag, varð spælt við 18 borð, tað vil siga 72 spælarar. Seinastu 15 árini hevur bridgespælið fingið stóra kapping frá telduspølum, og tá sjónvarpið kom, minkaði áhugin eisini nakað, heldur Mortan Rasmussen. Í heyst verður skipað fyri undirvísing í bridge í Bridgehúsinum. Undirvísingin er hóskvøld og er fyri fólk, sum ikki áður hava spælt bridge, men hava hug at læra seg spælið.
- Hugurin at spæla kort var so stórur tey fyrstu árini, at undir krígnum, tá einki kol var at kynda við í Klubbanum, sótu menn og spældu bridge í vøttum, greiður Mortan Rasmussen frá.
Havnar Bridgefelag hevur umleið 60 limir og spælt verður einaferð um vikuna. Í nevndini eru Danny Danny Danielsen, formaður, Arnbjørn Sivertsen og Jens Midjord.
- Tilgongdin í vár sær út til at hava verið stór, so nú eru vit spent at síggja, hvussu stórur áhugin verður næsta kappingarár, sigur Danny Danielsen, formaður í Havnar Bridgefelag.** Bridgefeløgini í Føroym eru skipaði í Føroya Bridgesambandi.
- Tað er stuttligt at ynskja Havnar Bridgefelag til lukku við føðingardegnum. Felagið hevur alla tíðina gingið á odda í bridge í Føroyum og hevur føtt nógv vinarløg og eisini okkurt paralag uttan fyri bridgeborðið, sigur Øssur Winthereig, formaður í Føroya Bridgesambandi.
Føðingardagskappingin verður í Bridgehúsinum og tilmelding hjá onkrum nevndarlimi. Høvuðsvinningurin eru tveri ferðaseðlar frá Atlantic Airways. EIsini Leif Mohr og Balslev lata vinningar. Veitslan verður á Hotel Hafnia um kvøldið 1. September.