Havgranskarar vitjaðu á Fiskaaling

Granskingarskráin Havgransking í Norðuratlantshavi hevði  í hesum døgum frá mikudegnum, 2. marts,  kick-off fund í Føroyum, har faknevndin og umboð fyri tær 4 verkætlanarnar ið vóru játtaðar í 2021 luttóku.

Tað er Granskingarráðið, sum hevur fingið til uppgávu at umsita granskingarskránna um havgransking í Norðuratlantshavi við serligum atliti til broytingar í veðurlagnum.

Sum partur av fundinum hava granskararnir eisini vitjað á Bakkafrost og á Fiskaaling við Áir.

Jóhanna Lava Køtlum, stjóri, bjóðaði vælkomin og greiddi frá virkseminum hjá Fiskaaling. Síðani greiddu granskarar á Fiskaaling Gunnvør á Norði, Amanda Vang og Ása Jacobsen frá um aktuellar verkætlanir.