Løgmaður hevur alment boðað frá, at hann hevur tikið stig til at eftirmeta delfindráp í Føroyum, í sambandi við vanlukkuligu hendingina í Skálafirði 12. september 2021. Hesum fegnast Havbúnaðarfelagið um, og mælir Løgmanni til at banna delfindrápum.
Tórshavn 9. februar 2022
Avleiðingarnar av drápinum av uml. 1400 delfinum, sovnevndum springarum, hava verið
ógvusligar og viðfevndar fyri alivinnuna, bæði tá tað kemur til umdømi og sølu. Ávirkanin frá
framhaldandi delfindrápum kann næstan ikki yvirmetast. Fleiri stórar handilsketur hava sagt, at
tey meta framhaldandi dráp vera størstu hóttanina móti føroyskum útflutningi yvirhøvur.
Føroyska alivinnan er sera stúrin um avleiðingarnar, um eitt delfindráp afturat skuldi verið
framt í Føroyum.
Eingi útlit eru til, at henda støðan fer at broytast, heldur tvørturímóti. Fólk kring heimin eru
vorðin sera tilvitað um burðardygd og djóravælferð, serliga yngri fólk. Harumframt hava delfinir
eina serliga støðu í tilvitskuni hjá fólki.
Hetta hevur við sær, at handlar og handilsketur í alsamt minni mun vilja taka tann váðan uppá
seg, at gerast partur av einari herferð móti føroyskum fiskavørum.
Vit liva í dag í einum framkomnum vælferðarsamfelagi, har okkara útflutningur er fundamentið
undir okkara vælferð, og alivinnan stendur fyri einari helvt av samlaða vøruútflutninginum í
Føroyum. Um man vil tað ella ikki, so má politiska skipanin fyrihalda seg til henda veruleika, og
taka tað í álvara, hvat fólk, sum skulu eta okkara fiskavørur, halda um tað, sum fyriferst í
Føroyum.
Í hesum sambandi skal Havbúnaðarfelagið vísa á, at dráp av stórum bólkum av delfinum ikki er
siðvenja ella føroysk mentan. Flestu pláss í Føroyum hava onga siðvenju fyri beinleiðis veiðu av
delfinum, og tí er hetta málið einans ein spurningur um, hvat er best fyri føroyska samfelagið at
gera. Og her er eingin ivi um, at vansarnir eru munandi størri enn teir fyrimunir, sum onkur sær
í at halda fram við delfindrápum.
Havbúnaðarfelagið fer tí at mæla politiska myndugleikanum til at banna beinleiðis
delfindrápum í Føroyum, áðrenn eitt nýtt delfindráp verður framt, sum kann fáa uppaftur meira
víðfevndar og drúgvari avleiðingar, enn hendingarnar 12. september høvdu og framvegis hava.
Nevndin í Føroya Havbúnaðarfelag