Nú er semja um, at vit skulu hava Suðurtunnilin. Men bara ikki nú, verður sagt, tí vit hava ikki ráð sum er!
Men verandi samband er dýrt. Fólk, fæ og farmur skal gjalda ferðaseðlar. Skip skulu útvegast, rentast og avskrivast, og tey hava útreiðslur til olju, viðlíkahald, avloysaraskip og manning. Tey taka upp pláss á havnarløgum, sum hava kostað nógv at útvega. So kemur missurin av at tað tekur ov langa tíð at koma fram, og at hetta ov sjáldan letur seg gera. Sum er tekur tað tveir tímar at sigla millum Tórshavn og Trongisvágsfjørð. Høvdu vit Suðurtunnilin, var leiðin nakað tað sama sum úr Vestmanna til Havnar. Eftir tveimum tímum bar til at koma aftur og fram millum hesi støð, og sum er, er siglingstíðin tveir tímar hvønn vegin, og harafturat kemur, at ein løta er millum túrarnar.
Hesin kostnaður er darvandi fyri øll. Hvør einasti bileigari fær ov lítið gagn av sínum bili av tí at hann ikki fær nýtt hesa farleið. Verður alt lagt saman, er verandi skipan dýrari og ger minni samfelagsgagn enn ein Suðurtunnil. Tá so er, er bert eitt at gera, og tað er at fáa fígging til vega. so farast kann undir hesa verkætlan.
Neyvan nakratíð hevur verið so bíligt at fingið fígging sum tað er nú. Kapitalistar um allan heim ristast av ótta fyri at missa pening sín og leita altráir eftir verkætlanum sum loysa seg. Her hava vit sanniliga eina sum dugur er í!
Zakarias Wang