Haturstala ella ómegd

Eitt er at vera ósamdur í politkki og hvussu vit búskaparliga menna okkara samfelag. Í áratíggir hevur fyrrverandi stavnamaður Fólkafloksins við ábyrgd av fyrrverandi málgagni Fólkafloksins víst øðrum, sum hava eina aðra politika meining, eitt menniskjasyn, ið er á einum støði í talar til tann innara búrhundin. Fyri nøkrum døgum síðan, so var hann á Vágaportalinum, og sum ikki einaferð, so kom hesin politiski revsarin aftur við niðrandi viðmerkingunum av navngivnum persónum.

Sjálvur las undirritaði bert fyrsta brotið í greinini, ið vísur sama politiska retorikkin, sum helst hevði við sær, at tað fyrr so stolta málgagn floksins fór á húsagang.

Valið nærkast, og KVF roynur av øllum alvi at bjarga 15-manna sosialistisku samgonguni 4 ár afturat í landsstýri. Løve, Ingolf og Elgeirsdóttur eru lopin úr KVF (fyribils) inn á dekki á sosialistiska lasafarinum, Tjóðveldi, til at greiða politiska fløkjustampin hjá Hoydal. Høgni (Mohr) er hoppaður innum aftur svinghurðina í Sortudíki (er starvið lýst leyst? At stríðast fyri sosialismuni í móti føroyingun. Citat, Óli Breckmann.

Vit kenna hetta sum fyrr sagt aftur úr Dagblaðnum frá miðskeiðis í hálvfjerssunum og til tað fór á húsagang . Tað var dagliga ein beinleiðis útspilling av hampafólki í Dagblaðnum. Lesarin troyttaðis at enda, og vendi hesi miðvísu herferðina av vanliga brúkarnum bakið, soleiðis at miðilin hjá teimum sokallaðu frísinnaðu fór í søguna, sum ein politiskur spilliklútur.Tað hevur nívt teir borgarligu, at Sosialurin við fíggjaligum skynsemi hevur megna at komi út til lesarin, soleiðis at blaðið nú nærkast teimum hundrað árunum.

Hetta er vanvirðisliga menniskjasýnið sum hesin maður vísur teimum ið hava eina aðra politiska meining. Sama sjónarmið síggja vit, at nógvir av hansara fjepparum hava, um fólk ið arbeiða í almenna geiranum. Tað er júst sama menniskjasýn ið fólkaflokksfjepparar nýta um heiðursmannin, skiparin á Kallanes.

Hesin maður ger royndir at fiska makrelin við húki. Hetta er nakað sum hevur verið fiska við húki í áratíggir í Noreg, og tað ber til.

Men politisku spilliklútar Fólkafloksins vóru á gosi, tí hann sum allir aðrir ið gera fiskiroyndir hevði fingið stuðul til hesa verkætlan. Samstundis so hava uppsjóarskipini ár um ár fingið milliónir í gjøgnum árini, at gera fiskiroyndir, og tað skal vera teimum væl unt. Men tá hoyrist ikki eitt kis frá somu fjepparnum. Men tað syndarliga við hesi viðfer, er ikki tí hann hevur spunnið gull av hesum fiskiroyndum. Orsøkin er bert hon, at skiparin á Kallanes hevur eina aðra politiska áskoðan, og tí klára politisku spilliklútar Fólkafloksins ikki at virða henda hampamann sum ein vanligan íverksetara.

Tað eru hinvegin altíð stórfyritøkurnar og nøkur fá stór reiðarí, sum sambært Fólkaflokkinum eiga alla menningina her á landi. Hví ikki í hesum viðfangi lýsa øll tey tíggju túsundar starvsfólk ið á ein ella annan hátt gera sítt til, at hjólini mala í okkara samfelag. Hvørt eitt tað einasta menniskja her á landið, hava virðing fyri

reiðarnum eins og manningunum á okkara fiskiskipum, og tí er tað fake news tá sagt verður, at nakar misunnar teimum sum eiga skipini, ella manninginum á okkara fiskiskipum

Restin av greinini hjá Ó.B. er ein peruvællingur um Mao, Stalin, Hitler, Ho Chi Min o.s.fr. Fyrrverandi stavnamaðurin er helst vorin nakað dólskur, tá hann ger Hitler og Mussolini til sosialistar. Tí var tað nakað í Hitler og hansara sjakalar vóru, so vóru teir ikki sosialistar. Ístaðin fyri so var Hitler og hansara bólmenni eitt lið av høgravendum barbarum, ið drupu kommunistar og vintravend frá hond.

Sjálvandi ger Stavnamaðurin ikki meira burtur úr bólmenninum Hitler. Tí tað er ov sárbart, at greiða føroyska veljarnum frá, at tað júst var politiska ideologiin hjá Óla Breckmann ið beindi fyri 6 milliónum jødum, brekaðum og menningatarnaðum menniskjum.

Og so er tað mantrain hjá Ó.B. og Fólkaflokkinum - at tey vinstravendu vilja fiskivinnuni alt tað ringa. Og at eingin torur at gera íløgur.

Tá tað nú um dagarnar kom fram, at aldurin á línuflotanum í meðal er 47 ár, so eigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri Fólkafloksins og teir undan honum, íð eiga skommuna.

Sum tað fyrr er sagt, so vóru undir Javnaðarleiðslu frá 1958 og 20 ár fram, bygd 50-60 nýmótans línuskip til føroyska fiskiflotan. Pening, ið Javnaðarflokkurin hevði fingið til vega við fígging úr 60 millióna grunninum, har ið Petur M Dam sáli við meistarligum samráðingum við danir, fekk sett á stovn henda grunn. Tað var hesin grunnur, ið flutti botnfiskaflotan undir Føroyum áratíggir fram í tíð.

Sum fyrr sagt , Norskir fiskmenn misuntu føroyskum fiskimonnum, at okkara fiskifloti var nytímansgjørdur, ímeðan norski fiskiflotin tá, vóru bert eldri línubátar. Skamm fái tann føroyska Fólkaflokkin, sum meira og minni hevur sitið við fiskivinnumálum tey seinastu 40 árini, nú fyri at fjala út yvur sítt dugnaloysi, kastar Javnaðarflokkinum fyri at vera orsøkin til, at eingi nyggj skip koma inn í føroyska fiskiflota.

At hesi skip, sum Javnaðarflokkurin legði fíggjarligu lunnar undir í hálvtríssunum, tríssunum og hálvfjerssunum, og sum nú eina mannsøld aftaná - framvegis er í botnfiskaflotanum, tað einki minni enn størsta skandalan í føroyskari fiskivinnusøgu. Skommina eigur fyrst og fremst tann føroyski Fólkaflokkurin.

Tað er eina og aleina tí føroyska Fólkaflokkinum fyri at takka. Frá 1980 til 2015, ella seinstu 35 árini hevur Fólkaflokkurin í stóran mun umsitið fiskivinnumál. Nú gráta Jákup Vestergaard, Bigge, Jørgin, ja alt kórið hjá Fólkaflokkinum, at tað er sitandi samgonga, ið hevur skylduna.

Seinasta upptak eftir vanstyring Fólkafloksins í 35 ár, er nú komið úr egginum. Øll hesi árini við leiðsluni í fiskivinnumálum, hevur sokallaði vinnuflokkurin ikki megna at veitt føroysku sjómonnum eitt havrannsóknaskip. Aftur her er tað sitandi samgonga, ið setti sær fyri, at nú skuldi føroyska fiskivinnutjóðin ogna sær eitt havrannsóknarskip. Tað sigst verða farið av bakkastokkið, og verður sleipa heim til Føroya, har skipasmiðjan Mest kemur at hava arbeiði til einar 50 manns í longri tíð.

Einaferð í næstu viku kemur stásiliga uppsjóarskipið Gitte Henning til Føroya. Partafelagið Varðin hevur havt forkeypsrætt til skipið, og vertstíðin fyri makrel fiskiskap er við at byrja. Tí er eingin ivi um, at skipið kemur til Føroya helst áðrenn løgtingsvalið. Sum limur í Javnaðarflokkinum fegnist eg sjálvsagt saman við flokkinum, at enn eitt stásiligt skip kemur í føroyska fiskiflotan.

Frank Davidsen