Nú kom MFS við einum góðum uppskoti.
Felagsskapurin skjýtur upp, at tann lesandi, sum hevur fingið prógv og flytur heim til Føroya, skal fáa rætt til veiting frá arbeiðsloysisskipanini.
Vit tosa nógv um at fáa dugnalig fólk heimaftur. Talað verður um at fáa fleiri arbeiðspláss til okkara akademikarar, og tí skulu vit vaksa um fróðskaparsetrið og brúka jobmatch. Men tað er ein sannroyndur lutur, at ov lítið kemur burturúr.
Nú vísir MFS á, at ein orsøk til, at tey dugnaligu ikki koma heim, er at kappingin um hetta virðismikla tilfeingi er ójøvn. Í Danmørk fáa tey arbeiðsloysisstuðul beint tey eru liðug, men her eru tey verri fyri. Nøkur eru sjálvsagt so heppin, at tey fáa arbeiði beint frá próvtøkuborðinum, men onnur mugu finna sær arbeiði, og tað kann taka sína tíð.
Men tá uppskotið frá MFS er tikið til eftirtektar, eru Føroyar betri fyri. Tá ber til hjá hesum ungu fólkum at koma heim til ættfólk síni og fáa okkurt at búgva í og eftir fleiri ára útlegd venja seg til aftur at liva millum hesi fjøll og tindar. Í meðan kann hugflogið roynast til at fáa arbeiði. Summi kunnu fáa sær arbeiði hjá tí almenna, men tað ber jú eisini til at arbeiða í vinnulívinum. Har er almikið av møguleikum. Men felags fyri teir allar er, at tað vanliga tekur nakað av tíð at fáa teir til at geva nakað av sær. Men tá hetta eydnast, kann tað geva nógv av sær, bæði fyri tann einstaka og fyri alt samfelagið. Tey lond, sum standa seg í altjóða kappingini, duga at geva teimum við góðari útbúgving góðar arbeiðsmøguleikar og elva til at fáa nýggj kappingarfør virki til vega.
Okkara útbúnaðu unglingar kunnu fáa land okkara á framaleið, men fyri at tað skal kunna lata seg gera, mugu teir vera her og eygfara allar møguleikar. Tí er tað gott at MFS kemur við hesum uppskoti, sum kann gera at hesi ungu veruliga fáa høvi at gagna okkara samfelagi.
Zakarias Wang