Hátíðarhald fyri Oddvør Johansen

Mikukvøldið 2. nov. kl 19 fer Landsbókasavnið at heiðra rithøvundin og organistin Oddvør Johansen, sum verður 70 ár 30. oktober. Á skránni hetta kvøldið verða fyrilestrar, upplestur og tónleikur.


Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, bjóðar vælkomin, Malan Marnersdóttir fer at siga frá um skaldskapin hjá Oddvør, Anna á Váli Smith (sello) og Jona Jacobsen (violin) spæla klassisk løg, Hanus Kamban ber fram lukkuynski og Ria Tórgarð lesur stuttsøgu sum Oddvør hevur skrivað. Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelags fer at enda at leggja fram nýggja útgávu av barnabók eftir Oddvør Johansen.


Aftan á kvøldsetuna bjóðar Landsbókasavnið drekka og køkur.


Oddvør hevur rættiliga gjørt vart við seg, sum ein av virknastu føroysku rithøvundunum hesi seinastu árini.


Hon hevur skrivað skaldsøgurnar Lívsins summar (1982), Ein mamma er ein mamma (1993), Í morgin er aftur ein dagur (1998), Tá ið eg havi málað summarhúsið (2001) og Sebastians hús (2004).


Umframt skaldsøgunar, hevur hon givið út eitt stuttsøgusavn, Bella Katrina (1990), og søvnini Á káta horninum (1995) og Úr køksvindeyganum (2006).


Oddvør er eisini barnabókahøvundur og hevur skrivað barnabøkurnar Hundalív í Grindavági (1983), Skip í eygsjón (1988) Kongsdóttirin í Nólsoy (1996) og myndabókina Vinni vespa (2009).


Pápi Oddvør var hondverkari, mamman heimaarbeiðandi. Oddvør er fødd og uppvaksin í Tórshavn. Hon gekk 9 ár í skúla, og var síðani ’arbeiðskona’ í eitt ár, fyri síðan at fara á musikkháskúla í Svøríki í eitt ár. Giftist blaðung og nam sær meiri kunnleika í orgulspæli uttanlands. Ættleiddi tvey børn, men fór eftir hjúnaskilnað á konservatoriið í Keypmannahavn at læra orgulspæl. Giftist uppaftur og búði trettan ár í Danmark, har hon átti tvey børn. Hon flutti til Føroya í 1987, og hevur síðan 2007 verið organistur við Hoyvíkar kirkju.


Útgávur


1982: Lívsins Summar (Debut. Skaldsøgan, sum varð týdd til danskt og svenskt, fekk heiðursløn M. A. Jacobsens í 1983).


1983: Hundalív í Grindavági (Barnabók)


1988: Skip í eygsjón (Barnaskaldsøga)


1989: Bella Katrina (Stuttsøgusavn)


1993: Ein mamma er ein mamma (Skaldsøga)


1995: Á káta horninum (Stuttsøgur/hugleiðingar)


1996: Kongsdóttirin í Nólsoy (Barnabók)


1998: Í morgin er aftur ein dagur (Skaldsøgan varð skotin upp til bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins og var ímillum teirra sum vórðu valdar út til bókamessuna í Frankfurt í ár).


2001: Tá ið eg havi málað summarhúsið (Skaldsøgan fekk M. A. Jacobsens heiðursløn í 2002).


2004: Sebastians hús (Skaldsøgan vann skaldsøgukapping á listastevnu Føroya 2004).


2006: Úr køksvindeyganum


2009: Vinni vespa (Barnabók)