Hátíðardagar á Býarbókasavninum

Ein 25-ára og tveir 30-ára starvsdagar og ein, sum fer frá vegna aldur eftir 37 ár á Býarbókasavninum. Hátíðarløta var á Býarbókasavninum í morgun, har borgarstjórin helt røðu og handaði gávur frá kommununi.

Hanne Magnussen hevur starvast á BBS í 25 ár. Hennara arbeiðsuppgávur eru fjølbroyttar. Hon er barnabókavørður, hon umsitur ungdómsbøkur, spøl, bókaval, vaktir og Bókaberan, sum ber bøkur út til lánarar, sum ikki kunnu koma á bókasavnið sjálvir. Hon umsitur eisini skipanina við stovnum, sum BBS samstarvar við, fer við og eftir bókum.

Harumframt umsitur Hanne samskiftið við sosialar miðlar og umsitur heimasíðuna, hon er limur í bygginevndini, sum fæst við víðkan, um- og útbygging av BBS.

Borgarstjórin segði, at Hanne er sera positiv av lyndi, og hetta smittar av upp á øll, sum hava nakað við hana at gera. Harafturat er hon ein sera dugnaligur og væl lisin bókavørður, til stóra gleði fyri bæði starvsfelagar og lánarar, og hon fylgir væl við, tá ið tað snýr seg um nýggjar miðlar, sum geva nýggjar møguleikar at samskifta við lánarar við.

Kartni Ravnsfjall hevur 30 ára starvsdag. Kartni er KT-bókavørður, miðlabókavørður, sum umfatar tónleik, filmar og teknirøðir), hann umsitur telduskipanina og KT, bæði fyri BBS og skúlarnar. Hann umsitur bókasavnsskipanina, hagtøl, vaktir og innkeyp av bókum til bæði BBS og skúlar.

- Kartni er sera positivur av lyndi. Harafturat er hann pragmatiskur og hevur eitt óvanliga gott eyga fyri at gera tænastuna so brúkara- og kundavinarliga sum til ber, og tað er ein góður – kanska eisini nokk so sjáldsamur – eginleiki hjá einum KT-vørði at hava. Eisini er hann sera væl lisin, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Sólbrún Eklund Jensen hevur somuleiðis 30 ára starvsdag. Sólbrún stendur fyri innkeypi og viðlíkahaldi av tíðarritum og bløðum, bæði til BBS og skúlar. Hon umsitur eisini lánaraskránna, rykkjarar, rokningar og samskiftið við lánararnar. Hon tekur sær av lønarseðlum, vaktum, næmingum, sum arbeiða sum bókauppsetarar, og hon tekur sær av skráseting av innnihaldi í bløðum og bókum. Hon situr eisini í bygginevndini.

Borgarstjórin segði, at Sólbrún er sera nærløgd, málsliga væl fyri og dugnalig til sítt arbeiði, hon kann vera sera skemtilig á ein fjálgan hátt, og hon dugir eisini væl at síggja tingini frá einum øðrvísi sjónarhorni, sum ofta ger tað lættari at finna loysnir, tá ið tørvur er á tí.

 Og so er tað Arnfríða Rubeksen, sum fer frá vegna aldur. Hon og borgarstjórin eru javngomul, so borgarstjórin skemtaði við, at nú løgdu tey bæði frá sær samstundis. Hon hevur starvast á BBS í 37 ár, nú hon leggur frá sær.

Arnfríða hevur umsitið avgreiðslusamskipanina, vaktir, arbeiðsskema, frídagar og feriuskema, innkeyp av skrivstovutilfari og vørum, klárgeðr av bókum og hon hevur umsitið dagliga samskiftið við húsavørðin og við vaskifólk. Hon hevur eisini sitið í bygginevndini.

Borgarstjórin hugleiddi leingi og væl um Arnfríðu, sum hann hevur kent persónliga øll hesi árini. Niðurstøða hansara var, at Arnfríða er sum smyjioljan í motorinum – ongin hugsar stórvegis um, at hon er har, men alt steðgar upp, tá ið hon ikki er har.