Harrafólkið herjar á tey veiku. Meðan tey friða síni egnu í klassa A

Arbeiðsleys -pensionistar -láglønt - skúlaungdómar og sjúklingar standa fyri skotum, meðan skattaskjólsfólkið saman við skatta- og mvg-svindlarum í hundraðtalsmillióna- klassanum verða settir til háborðs við øðrum fíggjarsvindlarum, strámonnum og okursfólki innan mono- og duopolini. Øll friðaði í klassa A .


ÚF segði í morgun, at útlendskir serfrøðingar koma at góðskumeta Fróðskaparsetrið. Alt gott um tað, men hví koma ikki útlendskir fíggjarserfrøðingar til Føroyar fyri at kanna og fáa skil á umfatandi fíggjaróskilinum á omanfyristandandi nevndu umráðunum - og møguliga øðrum við? Tí endurfødda harrafólkið eigur at verða steðgað í stundini, áðrenn skaðin gerst altumfatandi og óbøtandi.


Og vit kunnu steðga teimum - bert vit vilja og leggja okkara orku í stríðið. Men vilja vit tað? Svarið finst hjá tí einstaka og vil vísa seg sum dagarnir ganga.


Annars eru tríggir møguleikar. 1. At góðtaka harrafólksokið og fara undir tað. - 2. At flýggja í onnur lond fyri at skapa sær eina menniskjansliga tilveru har. - 3. At taka stríðið upp og berja harrafólkið niður, so Føroyar kann gerast eitt land fyri allar føroyingar at liva í á jøvnum føti.


Valið er lætt. Valið er títt.


Dagfinnur Danbjørg.