Hanus verður hálvfjerðs

Mánadagin 25. juni fylti ein av okkara mætastu og málkønastu mentamonnum, Hanus Kamban hálvfjerðs ár. Vit báðir hava kenst í tey stívliga trýss av árunum, ja, líka síðani vit spældu í somu gøtu í Havn.


Vit vóru báðir ”naturaliseraðir” havnardreingir; - hann úr Skúgvi, eg úr Skálavík. Men vit høvdu møður úr Havn. Hetta skapti, hóast aldursmunin ein vissan andiligan felagsskap í tí ambivalentu tilgongdini til tann kulturella og málsliga identitetin.


Tá ið vit seinni komu at hittast dagliga á VBV, har hann gekk í preliminerskúla og eg í studenta-skúla, vóru vit hvørki bygda- ella havnafrell, men eyðmjúk føroysk ”frell”, sum longdust og stardu eftir tí intellektuella Europa og øllum tí, sum hesin fantastiski verðinspartur hevði avrikað!


Vit prátaðu javnliga saman, bæði um søgu, politikk og mentamál. Hanus var gløggur eygleiðari og eftir aldrinum óvanliga væl informeraður um bæði samfelagsmál, skaldskap og list. Hann var beinleiðis belisin og las longu tá alskyns europeiskan skaldskap, men hann hevði eisini stóran áhuga fyri tí sindri, sum til var av føroyskum skaldskapi, ikki minst Janusi Djurhuus og Heðini Brú.


Fyrst í 60´unumr hópaðust vit aftur í Kjøpinhavn, har vit m.a. fleiri ferðir skipaðu fyri studenta-kabarettum, bæði við tilfari og leiki. Eitt stutt skifti arbeiddu vit saman sum blaðstjórar á Oyggjaskeggja. Hanus las týskt og týskar bókmentir. Mitt í 60´unum var hann blaðstjóri á studentablaðnum, Fjølni hjá MFS. Tey intellektuelt spennandi árini í Kjøpinhavn vóru allarhelst avgerandi fyri lívsleiðina hjá Hanusi. Tað var har, hann av álvara fór at fáast við seriøst tekstarbeiði, sum seinni gjørdist hansara lívsstarv.


Longu í 60´unum skrivaði og týddi hann nakað av prosa-tilfari, men í 70´unum fór Hanus av álvara at skriva kronikkar ella smá essays í føroyskum bløðum m.a. í Sosialinum. Hetta vóru málsligar perlur, sum fólk vóru hugtikin og ovfarin av. Evnavalið var viðhvørt kontroversielt og ikki sørt provokerandi, men síðani 1968 hevði tann journalistiski stílurin verið rættiliga bondskur í okkara grannalondum, og Hanus var avgjørt ávirkaður av tí rákinum, sum tó enn ikki rættiliga hevði rinið við í Føroyum. Av hesi orsøk gjørdist hann næstan pionerur sum djarvur og argandi samfelags-revsari. Hanus legði einki í puristarnar. Hann skrivaði tí lætt, elegant og ókrukkut og var akkurát sum Janus Djurhuus og Rikard Long ikki bangin fyri at brúka præcis fremmandorð, har tey vóru mest hóskandi. Knappliga var føroyskt blivid eitt hent intellektuelt amboð og ikki ein stirvin og fjøtrandi spennitroyggja.


Biografisk brøgd


Í 1979 debuterar hann sum biografur við bókini ”Kveikt og kannað” um mentamannin, Rikard Long, sum líkasum Hanus sjálvur andøvdi harðliga ímóti tí turrgeldu purismuni. Fimtan ár seinni í 1994 ger Hanus seg lidnan við tað størsta biografiska verkið, sum nakrantíð er komið á føroyskum, nevniliga trýbinds-teggjan um okkara risaskald, J.H.O. Djurhuus. Á hesum ævisøguliga øki verður Hanus ikki tikin og er avgjørt tað allarstørsta talentið, vit eiga. Tað er ikki bara tann litterera søgan, tann góði málburðurin og tann livandi stílurin, sum hugtekur lesaran. Nei, Hanus rúnarbindur eisini við sínum sjáldsama dramatiska hegni, sum ger, at sjálvt relativt banalar gerandishendingar verða spennandi at hoyra og lesa um. Fólk gjørdust kløkk, men sjálvandi eisini fegin um, at føroyskt mál kundi brúkast so virtuost og prægnant.


Tað er eingin ivi um, at teir snøggu kronikkarnir og tey spennandi essays, sum Hanus legði fyri við longu í 60´unum hava mykt honum málið og lagt grundina undir tað handarlagið, sum skal til fyri at gera biografiskt tilfar bæði viðkomandi og interessant.


Hanus hevur eisini útgivið stuttsøgur og yrkingar. Í skaldskapi sínum solidariserar hann seg oftast við serlingin, tann forfjónaða, tann minni menta og tann fátæka. Hann hevur sum so mangur socialdemokratur frá hesi tíðini psykologiska umsorgan og sterka sociala indignatión. Men hann loftar sær so væl málsliga og hartil ofta humoristiskt, at bøkur hansara eru alt annað enn turr socialrealisma. Hann hevur stórt søguligt og internationalt flog, tá ið hann skrivar ella yrkir síni fyndarorð.


Europeiskur mentamaður


Hanus hevur ofta í bæði fjølmiðlum og debattum pointerað, hvussu nógv av okkara kulturarvi kemur frá Týsklandi og Frankaríki, og hvussu nógv, vit skylda hesum europeisku gigantum. Tað er eingin ivi um, at hann er forharmaður um, at tað yngra liðið er so illa upplýst um hesi londini, teirra mál og europeiska kontinentala mentan yvirhøvur. Hanus, sum so mangur annar, ógvast um, at vit eru við at blíva anglosaksiskir heimføðingar. Tað skelkar hann, at tey, sum skullu formidla kulturelt tilfar í dag, ofta eru eiðasør, bæði í týskum og fronskum. Tey eru av óvart blivnir anglomanir heimføðingar. Tí áttu hesi fólk at kompensera við at brúkt vitandi menn, eitt nú Hanus og aðrar sum teirra mentorar og kulturellu leiðbeinarar.


Fyri trimum árum síðani fór Hanus at kroka undan tí anglosaksiska heglinginum og tók sær eitt heilt árs uppihald í tí týska universitetsbýnum Freiburg, har hann mýkti sær tað týska málið og studeraði alskyns týska mentan. Freiburg liggur stutt frá franska markinum, so har ber væl til at oysa úr báðum kulturum. Freiburg er, hóast hann ikki hevur nógv meira enn 200.000 íbúgvar, ein sera pulserandi mentabýur; universitetið er nógv umhildið og fær lesandi frá næstan øllum Baden-Würtemberg. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at býurin hevur eitt tað elsta gistingarhúsið í øllum Europa enn í brúki. Tað er næstan 900 ára gamalt.


Freiburgar-árið var eitt avgjørt intellektuelt stimbrandi ár fyri Hanus, og vit hava longu fingið mangan góðan prosastubba frá honum síðani, og hartil er nógv í umbúnað. Hanus fer tíbetri ikki at leggja frá sær fyribils, hann er fullur av virkisfýsn.


Tað intellektuella arbeiðið hjá Hanusi er so fjøllbroytt og fevnir so víða í okkara lítla samfelagi, at hesar reglur eru bara brot og glottar og kunnu sjálvandi bara lýsa ein part av hansara miðvísa aktiviteti sum føroyskur kultur-formidlari. Tá ið hugsað verður um, hvussu lítið og fátæksligt Parnassið hjá okkum roynist, so er tað ófatuligt, at kringvarpið og bløðini ikki brúka Hanus meira, enn tey gera.


Hanus var inkarneraður útiseti í nógv ár. Vit eru nógvir útisetar, sum ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum, og vit vænta eisini, at nógv fer at síggjast frá hansara málhegnigu hond í mong ár enn.


Virgar T. Dalsgaard