Hanus Samró má velja annan flokk, um hann vil styrkja hægri útbúgving

Tað er gleðiligt, at Hanus Samró skrivar um týdningin av hægri útbúgving í Føroyum og vísir á týdningin av hesum fyri at steðga fráflyting. Bert harmiligt, at hann roynir at fjala, at hansara egna samgonga vil skerja hægri útbúgving.


Eg frøist um, at Hanus Samró, samgongutingmaður, er farin at skriva um hægri útbúgving og leggja fram nakrar politiskar hugsanir um framtíðina. Tí vil eg stuðla.


Men eg fái ilt tá eg síggi, at eisini Hanus Samró roynir at verja samgonguna og hennara politikk á hesum økinum við at snara veruleikan.


Tí kanska nógv fólk trúgva tí, sum Hanus skrivar. Og harvið kunnu tey ótilvitað stuðla politiskum flokkum sum gera beint ta øvuta av tí, sum Hanus sigur seg vilja.


Hanus Samró skrivar millum annað, at játtanir til Fróðskaparsetrið eru støðugt hækkaðar síðani 2007 og hendan samgongan vil eina “skynsama útbýgging” av Fróðskaparsetrinum.


Sannleikin er, at øktar játtanir, nýggjar útbúgvingar og politisk átøk til at menna Fróðskaparsetrið, vórðu framdar undir CHE-samgonguni í 2008. Síðani hevur játtanin bara verið framskrivað og enntá skorin í mun til ta fíggjarætlan, sum varð løgd í 2008.


Fólkaflokkurin hevur verið ímóti øllum útbyggingum á Setrinum og hevur aftur nú skotið upp at skerja Fróðskaparsetrið.


Tað er tí beinleiðis óerligt, um Hanus roynir at mála eina mynd av, at hann stendur fyri at menna hægri útbúgving í Føroyum, tá hann samstundis er partir av einum flokki og atkvøður við honum fyri at gera beint ímóti tí.


Gunvør Balle


Framsøgukvinna í útbúgvingarmálum