Hans Petur fyrstur at fáa prógv í Marknaðarførslubúskapi
Fyri tveimum árum síðani fór Føroya Handilsskúli (nú Glasir) í gongd við útbúgvingina Marknaðarførslubúskapur, stytt MBÚ.
Í hesi vikuni skulu 22 lesandi upp at forsvara høvuðsuppgávuna. Hans Petur Petersen var fyrstur og tí bleiv hann tann fyrsti lesandi, ið hevur lokið útbúgvingina, Marknaðarførslubúskapur á Glasi.
Prógvhandanin verður 21. Juni á Skúlaheiminum