Hans Jákup Elkjær í starv á Krea



Lýsingarstovan Krea í Runavík er í støðugum vøkstri. Fyri fáum mánaðum síðan keyptu brøðurnir Jaspur og Reimund Langgaard lýsingarstovuna saman við Kajsten Højgaard. Vegna økt virksemi, er tað longu nú er tørvur á at seta enn ein sniðgeva í starv. 

Hans Jákup Elkjær er 42 ár og búsitandi á Toftum, og byrjaði hann á Krea í morgun, 7. september. Hans Jákup er útbúgvin grafiskur sniðgevi og hevur arbeitt við skelting og grafiskari sniðgeving í áleið 20 ár. Síðstu 5 árini hevur hann starvast á Sendistovuni í Havn.