Hans Gammeltoft-Hansen er tilnevndur sum kanningarstjóri

Løgtingsformaðurin tilnevndi í gjár, Hans Gammeltoft-Hansen, sum kanningarstjóra at kanna og gera eina frágreiðing til Løgtingið, um ávíkavíst Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hava fyrisitið málið um undirsjóvartunnil undir Skálafirði og Tangafirði (Skálafjarðatunnilin) á lógligan hátt.


Hans Gammeltoft-Hansen er dani og er 69 ára gamal. Hann varð útbúgvin løgfrøðingur í 1970 og fekk doktaraheitið í 1976. Eisini hevur hann í 10 ár verið professari í rættarvísindi við universitetið í Keypmannahavn.


Hans Gammeltoft-Hansen hevur verið Fólkatingsins umboðsmaður í 25 ár, men gavst í hesum starvi fyri tveimum árum síðani.