Handverkarar greiða frá sínum yrki í Klaksvík

Mikudagin 18. apríl verður tiltakið ”Greið frá tínum yrki” í Klaksvík, har handverkarar og yrkislærd annars greiða næmingum í 8. flokki frá um sítt yrki.
 
Tað er Føroya Handverksmeistarafelag og Meistarafelagið í Klaksvík, sum hava tikið stig til at seta tiltakið upp. Hetta verður gjørt í samstarvi við Ferðavinnufelagið, Handilsvinnufelagið, Yrkisdepilin og Skúlatrøð.
 
”Greið frá tínum yrki” er tiltak, har handverkarar og yrkislærd greiða næmingum í 8. flokki frá sínum lívi við eini yrkisútbúgving. Tey greiða m.a. frá, hvussu tað er at vera í læru og um teir mongu møguleikar, sum hendan útbúgvingin hevur givið teimum.
 
Áður hevur tiltakið verið roynt í Havn, har tað varð fyriskipað av Føroya- og Havnar Handverksmeistarafelag, Handilsvinnufelagnum, Ferðavinnufelagnum og KT-felagnum í samstarvi við Yrkisdepilin og Tórshavnar kommunu.