Handilsframbrot í Tokyo

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hitti í gjár japanska starvsbróður sín, Taro Kono. Sum siður er í Japan, hevði Kono boðið Poul Michelsen til ein arbeiðsdøguðra í Tokyo. Ráðharrarnir komu ásamt um at fara undir samráðingartilgongdina um fríhandil ímillum Japan og Føroyar.

“Kono og eg eru samdir um at styrkja búskaparligu bondini til gangs fyri bæði londini. Japan er ein stórur og spennandi marknaður fyri føroyskan útflutning,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Í heyst er harafturat ætlanin at skipa fyri einum vinnu- og mentanarátaki í Tokyo fyri at varpa ljós á Føroyar.

“Vit mugu smíða, meðan jarnið er heitt. Føroyar hava nógvar góðar vinir bæði í japansku stjórnini og í tjóðartinginum. Tí eri eg sannførdur um, at eitt slíkt átak fer at fáa góða undirtøku og kann fremja okkara søk her í Japan,” sigur Poul Michelsen.

Eisini umrøddu Poul Michelsen og Taro Kono uttanríkispolitisku støðuna og trygdarviðurskifti í Fjareystri, serliga spurningin um Norðurkorea og sambandið ímillum Kina og Japan.

“Støðan Fjareystri er spentari, enn vit geva okkum far um. Higartil hevur Kono víst seg sum ein statsmann, ið við skynsemi og fastari hond arbeiðir fyri at minka um spenningarnar í økinum,” sigur landsstýrismaðurin.

Taro Kono vísti harumframt á, at Japan leitar út um sítt egna grannalag. Í tí sambandi er støða Føroya í Arktis er stak áhugaverd fyri Japan.

Eisini fegnaðist japanski uttanríkisráðharrin um vinarbýaravtaluna, sum Klaksvík og Taiji undirskrivaðu um miðjan januar.

Ferðin var løgd til rættis í góðum samstarvi við donsku sendistovuna í Tokyo.