Hálvmarathon í Vágum
Í sambandi við hálvmarathon renningina úr Gásadali til Sandavágs í morgin, leygardagin 1. september, verður Vatnavegurin stongdur í tíðarskeiðnum klokkan 11.30 - 13.00 frá rundkoyringini við FK í Miðvági til omankoyringina á flogvøllinum. Gásadalstunnilin er somuleiðis stongdur millum klokkan 09.50 og 11.30, meðan fólk renna og ganga ígjøgnum tunnilin.
Tað er ítróttarfelagið Frælsi, ið skipar fyri hesum tiltaki saman við Fólkaheilsuráðnum og kommununum í Vágum.