Búskaparráðið - Tíðindabræv:
Ein av heilt stóru avbjóðingunum í føroyskum búskapi er at skapa størri vøkstur, sum kann venda fólkafráflytingini. Hetta kann gerast við vakstrarfremjandi tiltøkum, sum eitt nú at nýskipa fiskivinnuna og at gera fleiri íløgur í útbúgving. Samstundis er neyðugt at koma við eini ítøkiligari ætlan fyri, hvussu javnvág fæst millum almennu inntøkurnar og útreiðslurnar.
“Tamarhald má fáast á almenna hallinum og vaksandi skuldini. Búskaparráðið vísti í 2009 á, at hallið hjá landi og kommunum var ein stór avbjóðing. Tí er neyðugt við tiltøkum nú, sum eru grundað á eina langtíðarætlan við breiðum politiskum meiriluta aftanfyri seg. Frágreiðingin vísir, at fólkafráflytingin er vaksin síðstu árini, og hetta er sera óheppið. Tað er alneyðugt við vakstrarfremjandi átøkum”, sigur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum, sum í dag almannakunnger frágreiðing sína fyri várið 2012.
Tørvur á bygnaðarbroytingum
Búskaparráðið hevur í hesi frágreiðing eina røð av uppskotum til inntriv, ið eru neyðug at fara undir, um gongdin skal vendast.
“Alt ov lítið verður gjørt fyri at skapa tær neyðugu inntøkurnar. Ístaðin fyri at skera niður eftir pleniklipparaháttinum, eigur at verða hugt at bygnaðarbroytingum, sum kunnu minka útreiðslunar uttan at ávirka grundleggjandi vælferðartænastur ov nógv,” sigur formaðurin í Búskaparráðnum. Hann vísir á stóru møguleikarnar fyri bygnaðarbroytingum, til dømis innan skúlaverkið og sjúkrahúsverkið.
Búskaparráðið heldur, at tað er alneyðugt at broyta fiskivinnupolitikkin, so fiskivinnan í størri mun verður rikin lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygt. Millum annað mugu vit hava størri kapping um tilfeingið. ”Tað er í okkara høvuðsvinnu, at størstu vakstrarmøguleikarnir eru, tí lønsemið í hesi vinnu er ov lágt. Um nýskipanirnar í fiskivinnuni ikki halda fram, verður trupult at skapa neyðuga búskaparvøksturin, sum kann stimbra undir tilflyting.”
Fólkafráflytingin kann vendast, um fleiri arbeiðspláss verða skapt, fleiri íløgur verða gjørdar í útbúgving og gransking, eins og við liðiligari bústaðarmarknaði.
Høvuðstættir í nýggju búskaparfrágreiðingini:
• Enn vantar ein politisk ætlan fyri, hvussu hallið kann minkast og vøkstur fáast í búskapin
• Lítil vøkstur var í 2011 á umleið 2,5%, og útlit eru til lágan vøkstur næstu tvey árini
• Inntøkugrundarlagið hjá tí almenna má breiðkast við eini skattaumlegging
• Almennu útreiðslurnar mugu tálmast við bygnaðarbroytingum
• Pensjónsnýskipanin eigur at verða sett í gildi
Fleiri ítøkilig uppskot til tiltøk og broytingar eru í frágreiðingini, sum kann lesast á www.buskap.fo.