Hálendski sendiharrin hitti løgmann

Í morgun vitjaði hálendski sendiharrin í Keypmannahavn, Eddy Middeldorp, í Tinganesi, har hann hitti løgmann.


Sendiharrin er á vitjan í Føroyum í samband við, at Hanus Hansen er tilnevndur konsul og fyri at kanna møguleikarnar fyri vinnuligum samstarvi millum Holland og Føroyar.


Á fundinum greiddi løgmaður frá búskaparligu støðuni í Føroyum, arktisku strategiini hjá landsstýrinum og oljuleitingini í føroyskum øki. Løgmaður kunnaði eisini um ætlanirnar á ferðavinnuøkinum og um endurskoðanina av fiskivinnulóggávuni.


Sendiharrin bar fram, at hálendskt vinnulív hevur stóran áhuga í at gera íløgur kring heimin. Hálendski áhugin fyri at fáa í lag tvískattaavtalu við Føroyar varð eisini nevndur.