Háfoss slept frádrátti fyri fakfelagsgjøld

Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna, sigur seg hava avtalu við løgmann um, at frádráttur fyri fakfelagslimagjald kemur í gildi 1. januar 2018. Fyri góðum trimum árum síðani atkvøddi Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, fyri, at fakfelagsgjøld skuldu kunna dragast frá í skatti. Nú brúkar hon somu grundgeving, sum táverandi meirilutin, fyri ikki at taka undir við at gera fakfelagsgjøld skattafrí
 
Øssur Winthereig - PRESS
 
Heldur ikki í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2018 sæst, at samgongan ætlar at veita frádrátt í skatti fyri fakfelagsgjøld.
 
- Vit hava ein avtalu um, at frádráttur av fakfelagsgjaldi skal koma í gildi 1. januar 2018. So enn er avtalan ikki brotin, sigur Sonja Jógvansdóttir.
 
Í apríl 2014 atkvøddu øll núverandi landsstýrisfólk og løgmaður annars fyri at broyta skattalógina, so fakfelagslimur kundu draga limagjaldið frá í skatti.
 
Uppskotið áttu Eyðgunn Samuelsen og Rigmor Dam, sum tá sótu í andstøðu í løgtinginum.
 
Og tá atkvøtt var, so hildu øll úr Tjóðveldinum, Javnaðarflokkinum og Framsókn, at limagjald til fakfeløg skuldi kunna dragast frá.
 
Undir fyrstu viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2018 minti Sonja Jógvansdóttir Kristinu Háfoss á, hvussu hon hevði atkvøtt fyri góðum trimum árum síðani.
 
- Eg kundi hugsa mær at spurt Kristinu Háfoss, hví hon 29. apríl 2014 atkvøddi fyri einum uppskoti frá Eyðgunn Samuelsen og Rigmor Dam um frádrátt til fakfelagsgjøld. Hví hevur hon øðrvísi sjónarmið í dag? Var tað tí hon var populist ella í andstøðu ella hevur hon skift hugsan? spurdi Sonja Jógvansdóttir.
 
Kristina Háfoss svaraði, at nú var ein bruttoskattaskipan galdandi, og nýggir frádráttir høvdu ført til størri umsiting.
 
- Skulu vit veita onkra kompensasjón fyri fakfelagsgjøld, so skulu vit ikki brúka frádráttir, men heldur okkurt slag av stuðulsskipan, svaraði Kristian Háfoss.
 
Somu grundgeving sum Bárður
Landsstýriskvinnan tykist nú at brúka somu grundgeving sum táverandi meiriluti – Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Rodmundur Nielsen – brúktu í 2014.
 
Teir fýra vístu tá á, at í seinnu helvt av 1990 árunum var ein umlegging av skattaskipanini frá netto- til bruttoskatt. Skattaborgarar vórðu samstundis kompenseraðir fyri frádráttir, sum teir mistu.
 
- Hetta hevur gjørt samfelagið munandi bíligari at reka. Meirilutin hevur onga ætlan at økja um umsitingarútreiðslurnar og tekur tí ikki undir við málinum, skrivaðu teir fýra tá.
 
Í ár legði Kristina Háfoss afturat:
 
- Hatta eru viðurskiftir, sum vit skulu viðgera nærri saman – innanhýsis í samgonguni.
 
Seinasta uppskot skuldi fella burtur
Sonja Jógvansdóttir legði í mars nýtt uppskot fram um broyting í skattalógini, har fakfelagslimir kundu draga limagjald frá í skatti. Sambært Sonju Jógvansdóttir fall tað uppskotið burtur, tí avtala var gjørd um, at samgongan skuldi koma við sínum egna uppskoti seinni.
 
- Um samgongan ikki leggur nakað uppskot fram, so leggi eg mítt egna uppskot framaftur, sigur Sonja Jógvansdóttir.
 
Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum sigur seg undrast yvir, hvussu Kristian Háfoss kann koma til ta niðurstøðu.
 
- Hetta er eitt av okkara kjarnumálum og tað má vera at ganga frá lyftunum, um skattalógin ikki verður broytt, sigur Súni Selfoss.
 
Lesið um kjarnumálini hjá Starvsmannafelagnum í valárinum 2015:
 
http://www.starvsmannafelag.fo/Default.aspx?ID=332
 
Greiðar grundgevingar í 2014
4. mars 2014 løgdu Eyðgunn Samuelsen og Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum fram uppskotið um at limagjald til fakfeløg skuldi kunna dragast frá í skatt, men tá var tað sum andstøðutinglimir.
 
Tær báðar høvdu fýra høvuðsgrundgevingar. Í fyrsta lagi, tí verkfalspeningur verður skattaður við útgjald, hóast inngjaldið fer av skattaðari inntøku. Skattur eigur ikki at verða goldin av somu krónu tvær ferðir.
 
Tær báðar vístu í øðrum lagi á, at til ber hjá arbeiðsgevarum at draga teirra limagjald frá í skatti. Tí er rímiligt, at arbeiðstakarar eisini kunnu draga sítt limagjald frá.
 
Í triðja lagi nevndu tær, at bæði fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg stimbra undir skipanir, sum styrkja arbeiðsmarknaðin.
 
- Hesi feløg lyfta ein búskaparstabiliserandi leiklut gjøgnum frælsar sáttmálasamráðingar og átaka sær eina rúgvu av týdningarmiklum samfelagsuppgávum, so sum persónliga, løgfrøðisliga og fakliga ráðgeving, luttøku í samfelagskjaki og upplýsing, skrivaðu tær báðar í viðmerkingunum.
 
Bolverk móti sosialari dumping
Tær grundgóvu eisini við, at vit sum samfelag eiga at eggja fólki at gerast limir í fakfelag, og harvið standa saman sum eitt bolverk í móti sosialari dumping.
 
Norðurlendska modellið, sum í stóran mun er eyðkent av einum væl skipaðum og frælsum arbeiðsmarknaði, har partarnir koma ásamt um løn og arbeiðskor, hevur væl og virðiliga prógvað sítt virði.
 
Vælferð og vælstandur, tryggleiki og álit, friður og framburður eyðkenna okkara part av heiminum. Hetta orsakað av einum gróðursettum fólkaræði, opinleika í politisku skipanini og einum væl skipaðum, frælsum arbeiðsmarknaði, har partarnir kenna síni rættindi og skyldur.
 
Í álitinum frá fíggjarnevndini stóð Kristina Háfoss saman við Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen.
 
- At taka undir við hesum uppskotinum, hevði fyri eitt húski, har bæði eru limir í einum arbeiðarafelag, merkt ein skattalætta á millum 5- 10.000 krónir um árið. Peningur, sum í størstan mun hevði farið í beinleiðis nýtslu, skrivaðu tey trý í teirra tilmæli til løgtingið.
 
Tað bar ikki til at fáa viðmerking frá Aksel V. Johannesen, løgmanni, til hesa grein.