Nú var hægstirættur í Føroyum og helt rættarfund at viðgera eitt mál av prisipiellum áhuga.
Hetta var fyrstu ferð at hesin høgi rættur var her.
Men hvørja heimild hevur hesin rættur at døma í okkara málum?
Sum kunnugt verður sagt, at vit liva í einum ríkisfelagsskapi. Hetta orð er smíðað 1935 fyri at lýsa viðurskiftini millum Noreg og Danmørk fyri 1814.
Tað er alkunnugt, at tá vóru viðurskiftini millum Noreg og Danmørk soleiðis sum ásett í sambandssáttmálanum frá 1450, sum segði at hvørt ríki sær stýrdi sínum egnu viðurskiftum. Rættarmál eru týdningarmikil viðurskifti, og upprunaliga hevði hvørt ríki sín egna hægstarætt, sum var eitt rættarting, har kongur hevði forsæti, ein sonevndur harrarættur.
Men danir og norðmenn broyttu skipanina í ríkjum sínum eftir 1660. Tá góvu danir kongi rætt til at skipa fyri øllum viðurskiftum, og hetta vald nýtti kongur til at seta ein serligan hægstarætt á stovn í Danmørk á vári 1661. Í august hetta ár góvu norðmenn kongi somu heimildir at stýra Noreg sum danir høvdu givið kongi fyrr sama ár, og kongur gjørdi tá av, at rættarmál, sum frammanundan høvdu verið dømd av norska harrarættinum, nú kundu skjótast inn fyri hægstarættin í Danmørk. Føroyingar og íslendingar tóku í 1662 undir við at fylgja norðmonnum.
Heimildin hjá hægstarætti at døma í føroyskum málum stavar tí frá okkara egnu samtykt.
Av hesum stendst, at um so er at vit ikki longur halda tað vera rætt at núverandi hægstirættur skal viðgera okkara rættarmál, so hava vit allar neyðugu heimildir at samtykkja at vit seta á stovn okkara egna hægstarætt.
Zakarias Wang