Í eitt longri áramál hevur stríð verið um uttangarðsútskiftingina í Froðba. Nú er stríðið endað í rættarskipanini, tí hægstirættur hevur víst málið frá sær.
Málið um uttangarðsútskiftingina í Froðba hevur verið eitt stríðsmál í bygdini í eitt longri áramál. Stríðið hevur verið somikið harðligt, at Umhvørvisstovan fyrr í ár avgjørdi at melda herverk á marknamerkini, sum sett vórðu í samsvari við útskiftingina, til løgregluna.
Útskiftingarmálið endaði sum vanligt við úrskurði hjá yvirútskiftingarnevndini. Men ósemjan í Froðba er, sum tann fyrsta í nýggjari tíð, endað í hægstarætti. Eftir at hava viðgjørt málið í út við tvey ár, hevur hægstirættur avgjørt at vísa tað frá sær. Orsøkin til hetta er, at hagastýrini fyri tveir hagar, sum vórðu umskipaðir undir útskiftingini, ikki høvdu rætt til at leggja málið fyri hægstarætt. Hetta skuldi í staðin hava verið gjørt av eigarunum í haganum.
Umhvørvisstovan vónar, at drúgva stríðsmálið nú er endað, og at øll lógliga sett marknamerki framyvir verða vird.