Gyltu lógvatøkini lítil trupulleiki her

TEMA UM LØN: Fráfaringaravtalurnar skulu síggjast í tí samanhangi, sum tær eru gjørdar, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Og sæð í breiðum perspektivi heldur hon ikki, at tær avtalur, sum hava verið alment frammi hava verið út av lagi

Sveinur Tróndarson, journalistur

 - Tað valdast, hvussu ein setanaravtala er skrúvað saman. Tú hevur stjórar, sum ikki fáa so øgiliga nógv um mánaðin, men sum so heldur hava tryggjað seg, tá teir fara frá, og so hevur tú aðrar, sum fáa eina hægri mánaðarløn og minni í fráfaringarløn.

Tað sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, til spurningin um stjóralønir og fráfaringaravtalur.

Øll, sum eru søgd úr starvi vita, hvussu stór broytingin er. Frá einari løtu til eina aðra gevst telefonin at ringja, og tú mást gera nakað fyri at koma í gongd aftur. Tað sama er galdandi fyri stjórarnar.

- Munurin við teimum er kortini, at møguleikarnir eru færri, tá ein hevur verið stjóri, t.d. í einari stórari fyritøku sum einum banka. Tí tryggja hesi sær eina fráfaringaravtalu, longu tá tey taka við starvinum, og tað er ikki so løgið, sigur hon.

 Stjórin í Vinnuhúsinum hevur ikki nakra meining um tær einstøku fráfaringaravtalurnar, sum føroyskir stjórar hava fingið, m.a. tí hon kennir tær ikki og heldur ikki fortreytirnar, sum vóru galdandi, tá avtalurnar vóru gjørdar.

Men tað kunnu vera so nógvar orsøkir til, at tær síggja út sum tær gera, heldur hon.

- Tað kann hanga saman við arbeiðsuppgávuni sjálvari. At stjórin kemur inn at loysa serligar uppgávur, og at viðkomandi tí tryggjar seg til tíðina eftir, sigur Marita Rasmussen.

Orsøkin til, at upphæddin kann virka áleypandi er, at stjóralønin er hægri enn vanlig løn, men verður sæð burtur frá upphæddini, so er, tíbetur, vanligt, at fólk fáa góðar treytir, tá tey vera søgd úr starvi.

- Til dømis er tað so, at í bankunum fáa starvsfólk, umframt vanligu fráfaringarlønina, eisini eyka fráfaringarløn í nakrar mánaðir, umframt pening til endurútbúgving og ráðgevarahjálp. Sæð í hesum ljósinum er fráfaringarløn til ein stjóra ikki so ógvuslig, sigur Marita Rasmussen.

Annars heldur Marita Rasmussen, at talan er um ein ikki-trupulleika í føroyskum samanhangi.

- Mær vitandi er hetta ikki ein trupulleiki her á landi. Men skalt tú hava tann rætta stjóran, so kostar tað pening, sigur hon.