Eplafestivalur er! Leygarkvøldið 29. september klokkan 18:00 verður
gudstænasta í Sands kirkju. Væl umtókti country- og blue gras-bólkurin Blátt
gras verður at hoyra.
Heystið er komið og vit fara í gudstænastuni at takka Guði fyri grøðina.
Børn koma at bera fram grøði. Offurgongd verður. Tá fólk koma inn í kirkjuna, fáa tey ein
brævbjálva, sum tey kunnu leggja heysttakkargávuna í. Peningurin fer til Evangelisku luthersku kirkjuna í
Tansania at útbúgva prestar og deknar. Havstein prestur prædikar.
Eplafestivalurin
verður hildin í Trøðum á Sandi. Har eru tiltøk av ymsum slagi. Matur verður
gjørdur og høvi verður at njóta grøðina, sum er fingin til vega.