Sunnudagin var Kongabrúgvin í Havn karmur um enn eina triathlon kapping, og aftur hesu ferð var tað Guðmundur Joensen, ið sigraði.
Tíðindaskriv:
Svomið var í svimjihøllini í Gundadali og súkklað og runnið millum Kongabrúnna og tyrlupallin. Fyri tveimum vikum síðani varð kappast um FM heitið í triathlon á OL teininum.
Guðmundur Joensen gjørdist tá føroyameistari. Guðmundur vann aftur sunnudagin, og aftur hesu ferð var sigurin rættiliga tryggur. Triathlon er sum kunnugt samansett av trimum ítróttargreinum, nevniliga svimjing, súkkling og renning.
Guðmundur er sterkur í øllum trimum greinunum. Hann er fyrrverandi svimjari, hann telist millum bestu súkklararnar í landinum, og gjørdist í fjør føroyameirstari í renning í hálvum marathon. Men onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Tað trúðu Andrass Joensen og Gunnar Dahl-Olsen íhvørtfall. Í kappingini hesu ferð var ”Drafting” loyvt.
Tað merkir, at tað er loyvt at liggja uppá hjul í súkklingini. Hetta gjørdu Andrass og Gunnar sær dælt av, og tá farið var út á síðsta umgang í súkklingini, høvdu Andrass og Gunnar fingið Guðmundur aftur. Guðmundur setti nú ferðina upp, og løtu seinni vóru tað Guðmundur og Gunnar, ið súkklaðu saman – undan Andrass. Gunnar fór fyrstur út á rennirutuna, men tað gingu ikki nógv sekund, so hevði Guðmundur lagt seg framum.
Andrass er eisini ein sterkur rennari, og fyrr í ár gjørdist hann nummar tvey í Top Run, ið rennikappingin niðan á Sornfelli. Andrass fekk tí skjótt Gunnar aftur, dróg frá honum, og átti hann tí annaðplássið líka til hann kom á mál. Guðmundur vann tó ein tryggan sigur, Andrass gjørdist nummar tvey og Gunnar kom triðjur á mál.
Nógvir luttakarar
Luttøkan var góð sunnudagin, og umframt børn og ung, luttóku eisini kvinnur í kappingini. Kappingin hjá kvinnum stóð millum Rakul Biskopstø, Anju Joensen og Bjørg Dam. Hetta var fyrstu ferð hesar kvinnur royndu seg innan triathlon, og tí var ilt at meta um hvør fór við sigrinum. Endin var tó at Rakul vann og Bjørg gjørdist nummar tvey.
Hjá unglingum gjørdist Teitur Bjarnastein vinnari. Eisini Teitur er góður innan renning og eisini hann vann ein tryggan sigur. Tey, ið vilja royna seg innan hesa spennandi ítróttargrein, hava enn møguleika í ár, tí í oktober mánaði verður aftur kappast í triathlon.
Tað verður sunnudagin 9. september. Eins og í undanfarnu kappingunum verður aftur møguleiki at kappast í 1/12 triathlon.