Guðmundur Joensen føroyameistari í Triathlon 2012

Sunnudagin 17. juni bleiv kappast um FM heitið í triathlon, á tí sokallaða OL teininum!


Fyri góðum mánað síðan bleiv kappast í tí sokallaða Sprint teininum, ið er 750 metrar svimjing, 20 km súkkling og 6 km renning. Nú bleiv kappast í tí sokallaða OL teininum.


Luttakararnir skulu fyrst svimja 1,5 km, síðan súkkla 40 km og at enda renna 10 km.


Í nógv ár hevur súkkluteinurin verið frá Tórshavn til Kaldbak og so aftur til Tórshavn. Ein góður teinur, og nevndin í Føroya Triathlon hevur tú avgjørt, at kappast verður á júst hesi rutu aftur í ár.


Koyrt bleiv frá Svimjihøllini í Gundadali, til Kaldbak, til Kaldbaksbotn, aftur til Kaldbak, og framvið Plantusøluni, niðan til rundkoyringina við R. C. Effersøesgøtu, og oman aftur til Plantusøluna, har málið var.


Runnið bleiv frá Plantusøluni, eftir Strond, og til Eik Banka, har vent verður, og so niðan aftur til Plantusøluna.


Hesin teinurin er 5 km, og skuldi tí rennast tvær ferðir.


Favoritturin vann


Gudmund Joensen var undan kappingini favorittur, og hann vísti sunnudagin, at hann er í einum klassa fyri seg. Tað var ikki tann heilt stóri munurin millum Guðmundur og Andrass, men forkláringin er tann, at Guðmundur punkteraði, og mátti bíða í yvir 10 minuttir eftir einum nýggjum hjóli.


Andrass Joensen gjørdist næstur á mál, og eins og Guðmundur, arbeiðir Andrass nú miðvíst fram ímóti at vinna sær pláss á føroyska landsliðnum í triathlon, ið skal kappast á Bermunda í 2013.


Kravtíðin hjá monnum var 2 tímar og 15 minuttir, og Andrass kom á mál við tíðini 2.16.15, altso umleið 1 minutt frá kravtíðini.


Kappingin sunnudagin var ein av tveimum úttøkukappingum, og tí er ongin ivi í, at Andrass innan apríl 2013 klárar hesa kravtíð.


Ein annar, ið er nýggjur innan føroyska triathlon, og sum kappaðist á fyrsta sinni í Føroyum, er David Klevang Arge Petersen. Tað gekk javnt gott í svimjingini, súkklingini og eisini í renningini.


Hann hevur bert íðka triathlon í gott tvey ár, og tíðin sunnudagin var rættiliga góð, eisini tá hugsað verður um, at hann ikki hevur kappast í Føroyum fyrr. David royndi tað hann kundi, men megnaði ikki at vinna seg fram um Gunnar Dahl-Olsen, ið sostatt gjørdist triðjur á mál.


Meðan Guðmundur, Andrass og David venja miðvíst triathlon framímóti Oyggjaleikum á Bermuda, so hevur Gunnar avgjørt ikki at satsa uppá triathlon.


Gunnar stríðist við ein renniskaða, og hetta darvar honum heilt nógv í hesari annars so spennandi ítróttargrein.


Besta boð at vinna kappingina hjá kvinnum var Súsanna Skylv. Hon kom til start, men valdi ikki at byrja.


- Málið hjá Gudmund var at koma undir 2 tímar, og hevði óhappið ikki rakt Guðmund sunnudagin, ja so hevði møguleikin heilt vist verið tilstaðar. Guðmundur hevði eyka hjól við til kappingina. Hesi skuldu liggja við vendipunktið í Kaldbak. Tað gjørdi tað ikki, og tí mátti bilur úr Havn við hjólinum.


Guðmundur gjøgnumførdi allan teinin uppá 2 tímar 14 minuttir og 55 sekund, og um vit siga, at tað tekur 15 minuttir at finna onkran, ið kann koyra hjólið inn á Kaldbaksbotn, taka hjólið av einari eyka súkklu, koyra allan vegin inn á Kaldbaksbotn, skifta hjól, og so byrja aftur, ja so eri eg rættiliga vísur í, at Guðmundur hevði komið undir teir tveir tímarnar, sigur Gunnar Dahl-Olsen.


Kappingin sunnudagin er ein av tveimum úttøkukappingum í samband við Oyggjaleikirnar á Bermuda komandi ár.


Í apríl næsta ár verður onnur kappingin, og á sjálvum Flaggdegnum, skulu øll nøvnini á luttakarunum fyriliggja.