Grundupphæddin í fólkapensjónini skal endurreisast og økjast

Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka grundupphæddina í fólkapensjónini, so okkara eldru borgarar aftur hava rætt til tryggu og skattafríu grundupphæddina, sum 14. september-samgongan tók frá teimum

Grundupphæddin í fólkapensjónini hevur í meira enn hálva øld verið bulurin í pensjónini hjá føroyingum. 

Kortini valdi 14. september-samgongan beint eftir, at hon kom til valdið, at niðurlaga grundupphæddina í fólkapensjónini. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn gjørdu seg inn á eina grundsúlu í vælferðarsamfelagnum.

Hetta var eitt stórt afturstig, tí grundupphæddin og fólkapensjónin í síni heild er ein sosial avtala – ein sátt – millum myndugleikar og borgaran, ið sjálvur hevur goldið til fólkapensjón alt sítt aktiva lív.

Tí hevur flokkurin lagt uppskot fyri Tingið um at hækka grundupphæddina í fólkapensjónini úr teimum verandi 43.068 krónunum upp í 50.028 krónur fyri stakar pensjónistar og úr 32.796 krónum upp í 39.756 krónur fyri giftar pensjónistar.

Soleiðis fáa okkara eldru borgarar tryggu og skattafríu grundupphæddina aftur, sum 14. september-samgongan tók frá teimum.

Vónandi taka allir flokkar á Tingi undir við uppskotið Sambandsfloksins. Um hetta ikki verður veruleiki, so skulu føroyingar kenna seg tryggar í, at so skjótt Sambandsflokkurin aftur kemur í samgongu, fer flokkurin at tryggja, at grundupphæddin verður endurreist og hækkað aftur.

Bárður S. Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum