Grundøki byggibúgvi, og fíggingin um at verða klár

500 fermetrar stóra skóta– og ungdómshúsið við Løkin í Runavík er um at kunna byrja av álvara.


Samlaði kostnaðurin er mettur 7,2 mió. kr., og Lokale- & Anlægs Fonden hevur játtað í alt kr. 2 mió. kr. til ætlanina, og er talan um fyrstu upphæddina sum “fondurin” yvirhøvur hevur játtað til føroyska verkætlan. Eisini Runavíkar Kommuna, Mentamálaráði og Bank Nordik hava stuðla ætlanini.


75 % av fíggingini er fingin til vega, og roknað verður við at tey 25 prosenentini sum íresta verður fingin til vega um stutta tíð.


Tað er Bólkaraði hjá KFUM– skótunum við Løkin sum hevur ábyrgd av byggingini. Nevndin sum Bólkaraði se; fyri seks árum síðani at kanna møguleikan og koma við tilmæli sum bleiv liðug við sítt arbeiði í førð..


Í verkætlanarnevndini, sum seinastu árini hevur arbeitt við at fáa fgging til vega sita Rodmundur Nielsen, Adrian Dalsá, Símun Hammer, Jógvan Hugo Hansen, Johan E. Hansen, Lasse Klein og Hallur Hansen.


Byrjanin


Fyri nøkrum árum síðani ognaðu skótarnir sær eitt gott grundøki í Runavík, tætt við barnagarðin og Vistarheimið.


Sera væl egna til skóta– og ungdómsvirksemi, umframt mentanar$ltøk; konsertr, framsýningar, fundir og ikki minst tiltøk í sambandi við ferðavinnu. Møguleikarnir fyri nýtslu av húsunum eru nógvir.


Rodmundur Nielsen sigur í stuttari viðmerking at hann er fegin um at ætlanin er komin so mikið langt, og at møguleiki er fyri at byggingin kann byrja av álvara.


Grundøki byggibúgvi


Grundøki er byggibúgvi og so at siga er klárt at fara undir byggingina. Í sambandi við verkætlanina er komið nýtt skelti upp í Runavík á sjálvum grundøkinum.


Á skeltinum sæst hvussu bygningurin kemur at síggja út, og eisini er yvirlit yvir stuðlar.