Í døgunum 8.-10. september varð hildin sonevndur grundifundur í Roykstovuni í Kirkjubø. Til umrøðu á fundinum vóru fornminnini á miðaldar bispasætinum.
Tað vóru ikki spurningar um, hvussu fornminnini skulu varðveitast, men spurningar, ið, tá um t.d. Múrin ræður, vóru tengdir at funktión, nýtslu og innrætting, at skulpturum og prýði eins og at møguligum útlendskum árinum á hesar og á byggilistini sum heild. Føroya Fornminnissavn hevði bjóðað serkønum fólkum – arkitektum, listsøgufrøðingum, forn- og søgufrøðingum – til Kirkjubøar at grunda um nevndu spurningar. Frøðingarnir vóru úr Noregi, Danmark, Onglandi og Skotandi.
Av tí at Roykstovan varð vald sum karmur um fundin, bar til at sita í sjálvum umhvørvinum, ið var til umrøðu. Í Roykstovuni vóru framløgur og umrøður, eins og farið varð útum at hyggja neyvari at fornminninunum, tá hetta varð fyri neyðini.
Hóast ikki øll søgan í Kirkjubø varð endurskrivað hesar dagarnar, kom tó mangt áhugavert fram, ið neyðugt verður at umhugsa neyvari – har vórðu fleiri søgur sagdar, og er longu farið undir at fáa úrslitini av grundifundinum út á prenti komandi heyst. Onkrar av søgunum fara vit at venda aftur til í tíðindaskrivum savnsins í næstum.
"Opið hús"-tiltakið
Leygardagin 9. september var opið hús í sambandi við Grundifundin. Tíverri hildnaðist veðrið einki serligt, men hóast hetta mundu eini 60-70 fólk vitjað í Kirkjubø. Byrjað varð í kirkjuni við stuttum framløgum burtur úr tí, ið hevði verið umrøtt á grundifundinum. Aftaná var høvi at vitja í steinasavninum, ið Fornminnissavnið hevur savnað í fjósinum. Har høvdu fólk høvi at síggja teir ymisku tilhøgdu steinarnar og at fáa eina frágreiðing um teir. Vitjað varð eisini í Roykstovuni og Stokkastovunum eins og í Múrinum, har frøðingarnir greiddu frá, og har fólk høvdu høvi at koma á tal við teir.
Føroya elsti kirkjuligi træskurður!
Fyrsti fundardagurin endaði við vitjan á framsýning Fornminnnissavnsins í Brekkutúni. Tað var sjálvsagt, at furndarluttakararnir máttu nýta høvi at skifta orð um Kirkjubøstólarnar, ið har hava verið sýndir fram, síðan teir í 2002 komu aftur til Føroya. Tó, serligan ans fekk ein gomul kristmynd, sum ikki verður sýnd fram í løtuni, og sum tí varð tikin fram úr goymsluni.
Kristmyndin, sum er úr timbri, varð tikin úr kirkjuni í Kirkjubø við stóru umvælingina av kirkjuni í 1874. Tað var við hetta høvið, at eisini Kirkjubøstólarnir vórðu tiknir úr kirkjuni. Meðan útskornu stóla-partarnir vórðu hildnir hava so serligan týdning, at teir í 1876 vóru sendir av landinum - til savnið í Keypmannahavn - endaðu gamla altartalvan, mæti træskurðurin av Mariu moy við Jesusbarninum og hendan kristmyndin nakað seinni á Forngripagoymsluni í Havn – soleiðis varð Fornminnissavnið nevnt tá.
Hóast nógv hevur verið gjørt burtur úr Mariu-myndini síðani, hevur ikki verið nógv gáðað um kristmyndina. Hon hevur tikist heldur løgin – hevur undarligt skap og var als ikki av sama yndi sum eitt nú Mariu-myndin.
Nú høvi var at kanna hana neyvari gjørdist røttiliga skjótt greitt, at her búði eitthvørt undir. Orsøkin til hennara løgna skap er, at talan er um ein eldri træskurð, ið einaferð er vorðin endurnýttur. Við tað høvið er myndin skorðin og evnað ørðvísi til, og tí hevur hon broytt útsjónd og skap.
Nú kom undan kavi, at upprunaliga er hetta ein romansk kristmynd, ið hevur avmyndað Kristus á krossinum. Romanski stílurin plaga vit at siga umfatar tíðarskeiðið 1050-1250. Við neyvari kanning av kristmyndini ber til at síggja, at enn hevur hon eyðkenni og staklutir, ið eru eyðkend fyri kristmyndir frá hesum tíðarskeiði. T.d. hevur kristmyndin langt hár niður eftir rygginum, ið allar romanskar kristmyndir hava, óstbeinið er serliga drigið fram, og eisini er ógvuliga sannlíkt, at hon hevur borið krúnu. Hóast báðir armarnir mangla er greitt, hvussu hesir hava verið – samanberið myndirnar av kristmyndini úr Kirkjubø og teimum báðum frá Högrän og Alskog á Gotlandi.
Sostatt er henda Kristmyndin elsti kirkjuligi træskurður, vit eiga í landinum! Ikki hissini uppdaging, og var hetta ein av søgunum, ið komu heldur óvart á luttakararnar á grundifundinum.