Leygarkvøldið 22. oktober 2011 kl. 19.30 verður Grønt hugnakvøld í Auluni í Vestmanna Skúla.
Á skránni verður:
• kunning um umhvørvisarbeiðið í Vestmanna Skúla, ið gjørdist Ársins grøni stovnur 2010.
• kunning frá Lokala Agendafelagnum um m.a. vatnturbinuverkætlanina
• felagssangur
• drekkamunnur og prát
Umframt at kunna íbúgvararnar í Vestmanna um umhvørvisarbeiðið, sum verður gjørt í Vestmanna Skúla og í bygdini sum heild, er endamálið eisini at vísa hvørjum einstakum, at tað í húsarhaldinum eisini ber væl til at arbeiða fyri umhvørvinum.
Lokala Agendafelagið í Vestmanna virkar fyri einum betri umhvørvi eftir Agenda 21. Mottoið er: hugsa globalt og virka lokalt. Seinasta árið hevur felagið serliga arbeitt við eini verkætlan at fáa orku burturúr drekkivatni.
Stigtakarar til hugnakvøldið eru Grøni bólkur hjá Vestmanna Kommunu og Lokala Agendafelagið.
Kelda. www.vestmanna.fo