Grønt alment innkeyp

Umhvørvisstovan hevur sent øllum almennum stovnum og ráðum ein faldara, ið inniheldur dømi um, hvussu keyp av vørum kann gerast meira umhvørvisvinaligt.


Ætlanin við faldaranum “Umhvørvisvinalig innkeyp kunnu broyta” er at geva almennum stovnum og ráðum hug og áræði til at hugsa meira um, hvørjar vørur og tænastur verða keyptar.


Sum tann stóri innkeyparin, ið tann almenna skipanin er, kunnu grøn almenn innkeyp flyta marknaðin, og gera tann føroyska marknaðin umhvørvisvinaligari.


Tað snýr seg í stóran mun um at seta krøv til vørurnar – einfalda ráðið er at keypa vørur, sum eru umhvørvismerktar, serliga við norðurlendska “Svananum” ella “ES-Blómuni”.


Hóast einki umhvørvismerki er á eini føroyskari vøru, kann hon saktans vera umhvørvisvinarlig, millum annað orsakað av, at stuttur vegur er frá framleiðara til brúkara, og gevur tað tí minni flutning.


Umhvørvisstovan hevur í eina tíð lagt seg eftir at keypa grønar vørur. Í fyrsta umfari fevnir ætlanin um keyp av bleytum pappíri, kopipappíri og reingerðarevnum. Síðani er ætlanin at hyggja nærri at teldum, printarum, o.ø.


Á heimasíðu okkara hava vit lagt nakað av tilfari út um grønt alment innkeyp, og har finna tit eisini okkara grøna innkeypspolitikk, upplýsing um umhvørvismerki o.a..


Sí her: http://www.us.fo/Default.aspx?ID=12517


Á hesi heimasíðu hjá www.miljovejledninger.dk ber til at leita fram hvørji krøv eru viðkomandi at seta hjá einum innkeypara sum ynskir at keypa umhvørvisvinarligar vørur og tænastur.


Um tú ynskir at fáa ein faldara, so ring til okkum og bið um faldaran “ Umhvørvisvinalig innkeyp kunnu broyta”. Her er fylgibrævið, sum varð sent saman við faldaranum.