Tilboðið frá Mettu Frederiksen

Tað var á heysti 1971. Fólkatingsval skuldi vera, og tjóðveldismenn tóku støðu til, um stillast skuldi upp. Tað endaði við, at eg kom at standa einsamallur á einum uttanflokkalista. Tey tjóðveldisfólk, sum vildu fara á fólkatingsval, kundu greiða atkvøðu fyri hesum lista.

Hetta var ikki fyrstu ferð slíkt hendi, tí í 1960 hevði tjóðveldismaðurin Karstin Hoydal stillað upp á sama hátt. Tað førdi við sær, at atkvøðurnar á sjálvstýrisveinginum spjaddust og Sambandsflokkurin vann.

Eg vildi ikki hava at hetta endurtók seg. Eg spurdi Framburðsflokkin og Sjálvstýrisflokkin um teir um vildu gera listasamgongu við meg, men uttan úrslit. Tá vendi eg mær til Fólkaflokkin, sum tók undir við uppskotinum, og kom Framburðsflokkurin uppí afturat.

Valið í Føroyum var tvær vikur eftir at valið hevði verið í Danmark og Grønlandi. Í fólkatinginum vóru nú 177 limir valdir. Sitandi forsætisráðharrin Baunsgaard í Radikalaflokki fekk undirtøku frá 88 av limunum, sum valdir vóru í Danmark. Krag hevði 87 í sínum parti. Annar av teimum grønlendsku segði seg stuðla Krag, sum soleiðis hevði undirtøku frá eins nógvum sum Baunsgaard, nevnililiga 88. Fekk hann eisini undirtøku frá hinum av grønlendsku fólkatingslimunum, hevði hann 89 móti teimum 88 hjá Baunsgaard og kundi skipa stjórn.

Eg stillaði upp fyri at forða fyri at vit komu upp í ES. Fólkaatkvøða skuldi vera, og mín meting var, at um so var at Krag gjørdist forsætisráðharri, fór hann at fáa arbeiðararnar í Danmark at atkvøða fyri limaskapi, og so fóru vit so ella so at verða drigin inn í ES og fóru at missa rættin til fiskin á okkara leiðum. Eg helt, at um so var at Baunsgaard slapp at halda fram, so kundi fólkaatkvøðan í Danmark ganga øðrvísi.

Hin grønlendski fólkatingsmaðurin var Moses Olsen. Eg hevði ongantíð hitt hann, men kendi væl fleiri av vinum hansara. Tað kom mær til hugs, at um so var at hann kundi drála til eftir valið í Føroyum við at siga at hann tók undir við Krag, so kundi einki stjórnarskifti fara fram fyrr enn eftir at føroyingar høvdu valt.

Hetta var áðrenn internet og facebook, so eg sendi eitt telegram til Moses Olsen og heitti á hann um at bíða við at taka støðu til hvønn forsætisráðharra Danmark skuldi hava fyrr enn úrslitið av valinum í Føroyum var komið.

Tað sum kundi hent var at eg varð valdur. So kundi eg tosa við Moses Olsen um hvønn forsætisráðharra vit báðir skuldu peika á. Gjørdust vit samdir um at peika á Krag, so hevði hann meiriluta og kundi skipa stjórn. Samdust vit hin vegin um at peika á Baunsgaard, so hevði hann meiriluta, og danir fingu tann forsætisráðharra, sum teir dámdu best.

Moses Olsen boðaði frá, at hann vildi bíða eftir úrslitinum av valinum í Føroyum.

Valúrslitið í Føroyum vísti, at mín meting at Sambandsflokkurin hevði vunnið um flokkarnir sjálvstýrismegin ikki høvdu listasamgongu, var røtt. Listasamgongan fekk fyrst valda mannin. Men hon fekk ov lítið til at fáa tann seinna eisini, og tí varð eg ikki valdur. Umboð Fólkafloksins varð valt, og tók tíverri ikki samstarv upp við Moses Olsen. Krag kláraði tí at lumpa Danmark inn í ES.

Men nú hevur Danmark fingið ein forsætisráðharra, sum sigur at Danmark ikki eigur Grønland. Her er talan um eitt munandi framstig, tí higartil hava ikki bert Krag, men allir danskir forsætisráðharrar tvíhildið um, at danska stjórnin eigur bæði Grønland og Føroyar. Tíverri hava vit ikki enn hoyrt Mettu siga, at Danmark ikki eigur Føroyar, men tað fer uttan iva at koma.

Londini Grønland og Føroyar eru nevniliga eitt ríki við eini felags grundlóg, sum sigur, at ríki okkara kann ikki verða sundurbýtt.

Tá Metta tí sigur, at Danmark ikki eigur Grønland, sigur hon harvið, at Danmark heldur ikki eigur Føroyar. Hon hevur ikki rætt til at skera Føroyar burtur úr ríki grønlendinganna, ella skera Grønland burtur úr ríki føroyinganna.

Tað eru grønlendingar og føroyingar, sum saman eiga Grønland og Føroyar. Av tí at danski forsætisráðharrin nú sigur, at Danmark ikki eigur okkum, er bert eitt at gera, og tað er at vit koma saman fyri at skipa ta stjórn, sum vit nú hava fingið loyvi frá danska forsætisráðharranum at seta á stovn.

Hetta verður ovast á breddanum hjá tí nýggja løgtinginum.

Vit veljarar hava rætt at krevja av teimum, sum bjóða seg fram á valinum, um teir taka undir við Mettu Frederiksen, tá hon sigur, at Grønland og harvið Føroyar ikki eru danskar.

Hetta er ein ásannan frá donsku stjórnini um at vit hava rætt til sjálvstýri.

Spurningurin er, um tey vit velja skoyta um hetta sjálvstýristilboð.

Higartil hevur verið djúp tøgn um hesa megabroyting í støðu okkara.

Vit liva tí sanniliga í spennandi tíðum.


Zakarias Wang

Valevni Sjálvstýris