Grønland, Ísland og Noreg í oljusamstarv

Um eitt ella tvey ár fara feløg væntandi at leita eftir olju undir Eysturgrønlandi, og tað leggur upp til spennandi grannasamstarv, heldur grønlendski landsstýrisformaðurin. 

Kanningar hava bent á, at olja og gass eru undir havbotninum við Vesturgrønland, og hóast Cairn ikki hevur rakt við nakað enn, eru vónirnar góðar. Næsta ár ella í 2013 fara grønlendingar eisini at venda eygunum eystur um landið, tí tá er ætlanin at fara undir at leita eftir olju og gassi undir eysturgrønlendska havbotninum. 

Tað upplýsti grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, í Íslandi, har hann hevur vitjað teir seinastu dagarnar. Hann segði, at í sambandi við leitingar undir Eysturgrønlandi hevur verið upp á tal at brúka Ísafjørð í Íslandi sum útgerðarstað, tí hann liggur sera høgliga fyri. Men tað var ikki tað einasta hugskotið um samstarv, sum Kuupik Kleist kom við. 

-Tað kann vera, at vit fara at leita undir Eysturgrønlandi, samstundis sum íslendingar fara at leita á Drekaleiðini og norðmenn longri norðuri. Hetta hevði skapt grundarlag fyri samstarvi millum tey trý londini, segði Kuupik Kleist.

Hann legði afturat, at í fyrsta umfari eiga londini at semjast um tiltøk til at verja umhvørvið. 

Síðani ber til at tosa um onnur viðurskifti so sum eitt egnað útgerðarstað og flutning.

Kelda: Oljan.fo/Jan Müller