Gróður við sævarflóð

Tørvurin á at hittast er líka gamal sum menniskjað. Í Føroyum kenna vit hetta fyribrigdið frá bygdum og býum. Gomlu bygdahandlarnir vóru góð mið, undir neystum og á bonkum somuleiðis og í Havnini høvdu teir hitt alkenda Undirhúsið. Kanska kom stígur í hendan kulturin, táið sjónvarp gjørdist hvørsmansogn og nýggja sosiala altarið í landinum.


Nú grør aftur og menn hittast. Við bátahyljarnar á Skála og á Glyvrum hava teir skipað seg í felag, og í felagshúsunum hittast menn javnan. Dagliga. Janus Uldall er formaður í felagnum á Skála. Hann er dani, slektaður úr Haderslev, men hann man kenna seg sum føroying eftir at hava búðleika her í áleið hálva øld. Felagið húsast í hesum gamla skúrinum, sum sæst á myndini. Hann hevur fingið bæriliga heitið "Kahyttin”. Janus sigur, at mikið málsligt stríð tók seg upp á Skála um hendan stavingarháttin. Helst hava teir rættin, sum hildu tað sama sum Móðurmálsorðabókin, at rættara heitið hevði verið "Kahúttin”, men formaðurin sigur seg hava sæð hin formin í onkrum gomlum skjali, og táið hann skar ígjøgnum, bleiv tað sum hann vildi. Sum sagt verður: Navnið spillir ongan.


Bátafelagið á Skála hevur verið ógvuliga virkið og tað er í jøvnum vøkstri. Leygardagar er tað longu farið at knípa við plássi í "Kahyttini” og umframt fleiri onnur átøk skipar felagið eisini árliga fyri flaggdagshaldi á økinum við bátahylin. Í gjár var havnarmeistarin við Runavíkar havn á vitjan í felagshúsunum, Janus hevði fyri nevndina ynskt at tosa um viðurskiftini kring um og við bátahylin og felagslívið. M.a. høvdu teir í felagnum ynski um, at atløgusíðan kring allan hylin varð gjørd liðug og nakað av asfalteringsarbeiði er eisini eftir at gera. Ivaleyst fáast hesi høpi inn í eina tøkniliga raðfestingarætlan hjá Runavíkar kommunu.


Annars eru framtíðarætlaninar hjá Bátafelagnum á Skála at smíða eini nýggj hús í grannalagnum hjá "Kahyttini”. Tekningarnar eru gjørdar, men Janus Uldall slær fast, at onki verður gjørt fyrrenn fíggjarligu lunnindini eru tøk og í lagi.


Kelda: www.portofrunavik.fo