Merkta grindin úr Bø, sum síðan september hevur flutt seg suðureftir, vendi á 44 breiddarstigum, og fór haðani norður aftur á Miðatlantsryggin, í økið har Charlie-Gibbs skørini deila ryggin, og sum er kent sum føðsluríkt øki.
Men seinastu vikuna hevur grindin so aftur ferðast vestureftir, vestur um ryggin; kanska grindin finnur sær betur livilíkindi vestan fyri ryggin?
Bjarni Mikkelsen ( bjarnim@hav.fo)