Grein um føroyska sosialsøgu 1767-1855

Gestur Hovgaard, ph.d. í samfelagsfrøði, hevur skrivað grein í Historisk Tidsskrift 2019:2 um føroyska sosialsøgu. Greinin kallast “Fátækradømi og liberala marknaðarskipanin. Tættir av føroyskari sosialsøgu 1767-1855.”

1850’ini í Føroyum eru eyðkend við stórum institutionellum broytingum, og fyrst av øllum er tað skipanin við fríhandli frá 1 januar 1856, ið markerar endaliga gjøgnumbrotið mótvegis liberala marknaðarsamfelagnum.

Greinin viðgerð hetta altýðandi modernaða gjøgnumbrot gjøgnum gongdina innan almenna fátækraverkið. Føroyar fingu sína fyrstu fátækralóg í 1767, og varð hon endurnýggjað í 1855. Hóast lógin sjálv ikki varð broytt í nærum 100 ár, so broyttist mátin hon varð praktiserað, hetta frá eini skipan til tess at verja fólk ímóti absoluttum subsistensloysi til eina skipan at stuðla undir at fremja fría marknaðin. Hetta sæst eitt nú aftur í, hvussu umsitingarliga elitan royndi at fáa táverandi almúguna til at gerast arbeiðarar, eitt nú við at fáa tey umborð á fiskiskip ella við veita lán til fátækan borgara í Havnini, so hesin kundi reka egnan fiskiskap.

Gongdin innan fátækraskipanina vísir, at tíðarskeiðið áðrenn 1856 ikki er so stirvið, sum ofta verður hildið. Hóast nakað seinkað í tíð, so ávirka tátíðarinnar europeisku tankar føroyska samfelagsmenning og smelta saman við siðbundnu strukturarnar í bóndasamfelagnum. Eitt nú komu fátækrahús ongantíð. 
Hinvegin, so varð almennur stuðul t.d. latin til at hýsa teimum fátæku á bóndans garði. Meðan upplýstir danskir embætismenn vóru drívmegin í hesum tíðarskeiði av snimmari føroyskari modernisering, so lærdi føroyska bóndaelitan, men eisini tey fátæku sjálvi, at tillaga seg og ávirka nýggja samfelagsligar ætlanir.

Viðgerðin vísur, at vegurin móti fríhandli var ein politisk hugsað og planløgd tilgongd, har tey fátøku vórðu sædd sum bæði ein trupulleiki og sum ein møguleiki, til tess at forma komandi marknaðarliberalu skipanina.

Greinin er úrslit av verkætlan, sum er stuðlað av Granskingarráðnum, sí Stuðulsyvirlitið

Til ber at keypa greinina í talgildari útgávu frá Historisk Tidsskrift

Gestur Hovgaard er institutleiðari á Institut for Samfund, Økonomi & Journalistik, Ilisimatusarfik, og atknýttur lektari á Fróðskaparsetrinum. Heilagrunnin

Mynd: úr Árnafirði 1898 Nationalmuseet