Fólkaskúlagrunnurin játtaði í gjár stuðul til 3 umsóknir, ið verða við til at menna fólkaskúlan.
• Ein til grannsking av læraraførleikum
• Tvær til at styrkja um lesiførleikan hjá børnum Sambært endamáli grunsins kann grunnurin veita granskingarstyrk til verkætlanir í námsfrøði innan fólkaskúlaøkið.
Grunnurin lýsir við stuðli annaðhvørt ár.
Tilsamans játtaði grunnurin kr. 160.000 í stuðli. Inn komu 6 umsóknir, og er hetta eitt munandi størri tal enn árini frammanundan, tá grunnurin hevur lýst við stuðuli.
Landsstýriskvinnan fegnast um, at áhugin fyri námsfrøðiligari gransking er vaksandi í Føroyum, tí bert við at granska í okkara egna jørðildi, kunnu vit fáa haldgóð svar á teimum spurningum, sum settir verða, tá lógir skulu smíðast ella broytast.
Tað er harafturat eitt krav, at okkara útbúgvingar innan námsfrøði og frálærufrøði eru grundaðar á holla gransking. Vit røkka tí fleiri týdningarmiklum endamálum við at stuðla uppundir námsfrøðiliga gransking, leggur Helena Dam á Neystabø afturat.