Granskarar luttikið á ráðstevnu í Fraklandi

MÁTINGAR: Í mai luttóku tveir granskarar hjá Fiskaaling á granskingarráðstevnuni, Marine 2017, sum varð hildin í Nantes í Fraklandi, har evnið var roknihættir innan havverkfrøði. Granskararnir Heðin Abrahamsen og Øystein Patursson høvdu hvør sína framløgu í bólkinum "Modeling of flexible structures".

Heðin Abrahamsen greiddi í sínari framløgu á granskingarráðstevnuni frá teimum mátingum og modelleringum, sum Fiskaaling hevur gjørt saman við Marine Harvest í sambandi við aliútgerðina á Sandsvág. 

Framløgan hjá Øystein Patursson var um mátingar av sonevndu HDPE-rørunum, sum aliringar vanliga verða gjørdir úr. Eitt arbeiði, ið varð gjørt í sambandi við verkætlanina "Aling á opnum havi". Mátingarnar, sum hendan framløgan bygdi á, vórðu gjørdar í høllini hjá skipasmiðuni MEST á Skála og høvdu til endamáls at fáa neyv tøl fyri brotstyrkina hjá HDPE-rørunum.

Teldusimuleringar verða í alt størri mun nýttar til at sniðgeva aliútgerð, og hesin háttur verður í vaksandi mun brúktur, nú áhugin økist at flyta alingina út á meira harðbalin sjóøkir. Afturvendandi avbjóðingin í slíkum teldusimuleringum er fáa til vega álítandi tøl at brúka til at gera simuleringsamboðini, og ikki minst í sambandi við eftirmeting av hesum modellunum. 

Fiskaaling er millum tey heilt fáu, sum hava møguleika og umstøður at gera mátingar á aliøkjum í harðbalnum sjóøkjum, og ikki minst hava megnað at fingið til vega mátiúrslit undir hesum umstøðum. Hetta merktist eisini á útlendska áhuganum fyri føroysku framløgunum.

Teir báðir granskararnir á Fiskaaling halda tað vera áhugavert at síggja, hvussu onnur loysa sínar modeleringsuppgávur og vísa á, at nógv gott og mennandi orðaskifti fór fram undir ráðstevnuni í Fraklandi, har teir ymsu luttakararnir deildu nógva vitan sínamillum. 

Heðin Abrahamsen og Øystein Patursson ivast ikki í, at við luttøkuni á ráðstevnuni er gott grundalag skapt fyri framtíðar samstarvi innan hetta økið.