Grannakaffi ger mun, tekna teg sum vert í ár

Nú kanst tú tekna teg sum vert fyri Grannakaffi 2018 
 
Vit eru mong, sum á hvørjum ári antin beinleiðis ella sum familja, vinir ella starvsfelagar fáa krabbamein tætt inn at okkum. Kenslan av hjálparloysi bankar á dyrnar, tó at spurningurin um, hvussu vit kunnu hjálpa fær okkum at lata dyrnar upp og gera eitthvørt. Til tíðir kann tað tykjast torført at fáa greiði á, hvussu vit best kunnu veita hjálp, men einfalda loysnin er at hjálpa teimum, sum longu hjálpa.
 
Tí hevur Krabbameinsfelagið tikið stig til Grannakaffi. Grannakaffi er liður í støðuga arbeiðinum hjá felagnum og byggir á tað, sum vit føroyingar frammanundan duga serliga væl; at hugna okkum og vera saman í gaman og álvara.
 
Í ár verður Grannakaffi vikuskiftið 2. - 4. mars í 2018 og tað eru tveir møguleikar at hjálpar:
 
Tekna teg sum vert fyri Grannakaffi HER: http://www.krabbamein.fo/Default.aspx?ID=249
 
Vertirnir til Grannakaffi bjóða grannum, vinum, starvsfelagum og øðrum á gátt til ein drekkamunn, eitt prát, eina uppliving ella okkurt heilt annað. Einstaki verturin setur sín dám á tiltakið, so leingi tað ikki stríðir móti virðunum hjá Krabbameinsfelagnum.
 
Gestirnir fara á gátt hjá einum granna, vini, bindiklubba, arbeiðsplássi, skúlaflokki ella undirhúsi. Gesturin rindar eftir førimuni, í trúnaði og hvør króna ger mun.
 
Frá Grannakaffi 2017:
 
Vertur:
Vit valdu at bjóða okkum fram at hava Grannakaffi heima hjá okkum.Tað krevur ikki nógv at fyrireika, vit høvdu ein drekkamunn og frukt og annað sovorðið og løgdu høli til. Faldara hjá Krabbameinsfelagnum liggja har og man upplýsir eitt lítið sindur um felagið, hvat tað kann geva einum sum er raktur og teimum avvarðandi og so hevur man eina bússu har man kann lata eitt oyra í.
 
Gestur:
Eg haldi hetta er eitt orduliga gott tiltak, tí í tí dagliga, vit renna runt, vit eru til arbeiðis, vit hava allar møguligar uppgávur í dagligdegnum, vit geva okkum kanska ikki far um at seta okkum niður at tosa saman. Eg havi eisini tað uppliving sjálv. Eg hevði ein mann, sum bleiv sjúkur av krabbamein og doyði. Í tí stutta forløbinum, hann var sjúkur, tá kundi eg altíð ringja til Krabbameinsfelagið og fáa hjálp ella vegleiðing ella bara eitt oyra at lurta. Við hesum Grannakaffinum havi eg fingið høvi, at eg kann hjálpa til og geva hjálpina aftur. 
 
Myndir frá Grannakaffi við Gjógv 2017: