Grafisk Sambond

Í Norðurlandahúsinum 24. oktober – 19. november



Grafisk Sambond er ein forkunnug framsýning við dygdargóðari
grafiskari list, sum er framleidd til høvið í Steinprenti í Havn av
listafólkunum: Bjørn Nørgaard, Jonas Hvid Søndergaard, John Kørner, Zven
Balslev, Julie Sass, Andreas Schulenburg, Peter Carlsen, Claus Carstensen,
Svend-Allan Sørensen, Nils Erik Gjerdevik, Fie Norsker og Kathrine Ærtebjerg.

Steinprent hevur mong ár knýtt gróðrarmikil grafisk sambond
millum Føroyar og Norðurlond. Grafisk Sambond er ein stór verkætlan, sum í
fyrsta umfari fevnir um nøkur av navnframastu donsku samtíðarlistafólkunum, ið
hava rannsakað steinprentið og leitað fram óuppdagaðar møguleikar við tøkninum.

Listafólkini fevna um fleiri ættarlið og teirra list er sera
ymisk og fjølbroytt. Tey hava arbeitt í eitt tíðarskeið í Steinprenti við
prentum í stórari stødd. Summi teirra eru royndir grafikarar, meðan tað fyri
onnur er fyrstu ferð, tey fáast við steinprent. Síðan steinprentið varð
uppfunnið í 1796, hevur tað hugtikið fleiri ættarlið av listafólkum fram til í
dag, ikki minst tí tað hevur givið teimum høvið at arbeiða nógv meira spontant
enn innan fyri onnur eldri prenttøkni. Litografi er um somu tíð sera einfalt og
ógvuliga komplekst tøkni, sum í fleiri ár hevur verið fyri stórari menning í
Steinprenti.

Grafisk Sambond er ein ferðaframsýning, sum hevur verið
framsýnd í Hjørring og í Kastrupgaardsamlingen, umframt í Norðurlandahúsinum.
Til framsýningina er framleitt eitt katalog á donskum við smærri tekstum um
listafólkini og teirra verk.

Fernisering: 24. oktober klokkan 16.00. Øll eru vælkomin.